top of page

Summarbókin: Lesihugurin byrjaði við Harry Potter

14.07.25

Hvat lesur prestur í summarferiuni? Vit hava spurt Ólav Eysturdal, prest, um hansara summarlesnað, lesivanar og bøkur, sum hava inspirerað hann.


- Eg lesi altíð okkurt, serliga tíðindi, bæði føroysk og útlendsk. Tey eru ofta skjótt lisin. Tá tað er sagt, havi eg eina røð av bókum, sum liggja og bíða. Einamest yrkisbókmentir. Serliga eru tað yrkisbókmentir um liturgi ella gudstænastuskipanir og hvussu gudstænastur hava verið hildnar gjøgnum tíðirnar. Man er jú prestur, so tað er upplagt. Fyrsta bókin, sum nú stendur fyri tørni, eitur Den himmelske gudstjeneste. Hon er skrivað av Kresten Drejergaard fyrrverandi biskupi á Fjóni. Hendan bókin snýr seg m.a. um treytirnar fyri, at ein gudstænasta skal eydnast væl.


- Allir prestar hava okkurt gudfrøðiligt áhugamál, sum fyllir meira enn onnur. Tað er ofta út frá hesum áhugamálum, ein prestur velur sær bókmentir. Gudfrøðin er gomul yrkisgrein. Ja eldri enn sjálv bíblian. Tí ber ikki til at lesa alt, sum finst innan okkara yrki, men til ber at velja sær evnir og at skipa sær lesnaðin eitt nú, um lesnaðurin skal føra til ein fyrilestur, ella um hann skal geva íblástur til prædikur og lestrar.


Les eisini: 7 bannaðar bøkur


- Fagurbókmentir lesi eg sjáldan, men eg kann siga, at lesihugurin tók dik á seg, tá ið eg sum 20-21 ára gamal tilvildarliga blaðaði í fyrstu bókini um Harry Potter. Eg havi lisið allar minst tvær ferðir. Síðani las eg Hunger Games, The Hobbit og aðrar bøkur. Áðrenn Harry Potter hevði eg torført við at lesa bøkur. Tað, at eg hevði sæð filmarnar, hjálpti mær at lesa bøkurnar. Aftaná kláraði eg so smátt at lesa uttan fyrst at síggja søguna á filmi.


- Mínar yndisfagurbókmentir eru sci-fi, fantasi, ævintýr o.l. Lesi eg fagurbókmentir, ja so er tað oftast áðrenn songartíð. Tá eg var í tjúgunum las eg ofta kvæðir og vísur, men tað havi eg ikki gjørt nógv av seinastu árini. Annars haldi eg, tað er kveikjandi at lesa og læra seg søgur uttanat og at kunna brúka tær til okkurt, eitt nú í føroyskum dansi.


Les eisini: Bøkur, sum vekja undran


- Í summar fari eg ikki at ferðast. Mær dámar best at ferðast í lágárstíð, tá ið færri ferðafólk eru. Var tó við prestunum á námsferð í maimánaða. Vit vitjaðu ymisk forvitnislig støð, eitt nú Slotskirkjuna í Wittenberg, har Martin Luther hongdi tær 95 tesurnar á kirkjudyrnar í 1517 og setti gongd á trúbótina. Tað var ein sera forkunnug og forvitnislig ferð, tí eg havi lisið fleiri av skriftunum hjá Martini Luther og mangt um hann eisini. Kann avgjørt viðmæla Wittenberg sum ferðamál, um gudfrøðin og kirkjusøga hevur áhuga.


Summarbókin er summarátakið hjá Føroyar lesa. Í summar fara kend andlit úr almenna rúminum at greiða frá sínum lesivanum, vit spæla lesibingo og deila hugskot til góðar lesiløtur. Fylg okkum á facebook og instagram. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page