top of page

Árið hjá Bárði

24.11.25

2025 hevur víst seg at vera eitt gott ár fyri dugnaliga listamannin og myndprýðaran, Bárð Oskarsson. Fríggjakvøldið varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins fyri sítt listarliga arbeiði sum myndprýðari.


Bárður Oskarsson (f. 1972), sum fríggjakvøldið 21. november varð heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins á samkomu á Eiði, er ein tann virknasti høvundurin í okkara samtíð. Hann hevur hann givið 10 bøkur út, sum tilsamans eru týddar til 18 mál og útgivnar í 20 londum.


20 ár eru liðin, síðan fyrsta bókin Ein hundur, ein ketta og ein mús kom út, og síðani eru bøkur hansara heiðraðar við heiðurslønum bæði úti og heima. Serliga eru tað norðurlendsku heiðurslønirnar, ið hava vakt ans og hava slóðað vegin fyri bókunum, sum við tíðini hava fingið sítt heilt serstaka vørumerki.


Les eisini: Soleiðis brúka tit myndabøkur í undirvísingini


Bárður Oskarsson teknar ofta djór, og serliga eru tað hundar og kaninir, ið eru afturvendandi í væl umtóktu barnabókunum. Hansara stílur er eyðkendur við klænari striku, fáum litum og ofta við smáum tilsipingum, sum fortelja eina paralella søgu afturvið.


Tá Føroyar lesa fyri einum ári síðani fór at leita eftir einum eyðkendum føroyskum karakteri at prýða nýggju endurskinstaskurnar við, fall valið skjótt á strikuna hjá Bárði og karakterirnar, Bob og Hilbert. Valið fall á Hilbert við tí stuttliga gongulagnum og skeivu eygunum. Ein elskaður karakterur, sum stór og vaksin hava tikið sera væl ímóti, bæði í søgunum og í endurskinsprenti á svørtu taskunum.


Les eisini: Bøkur, sum vekja undran


Tað var eisini í ár, at Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags góvu út bókina Talandi tómleiki, eftir Kinnu Poulsen, sum eisini hevur havt eitt gott heyst við ikki minni enn tveimum viðurkenningum fyri sítt ummælaravirksemi innan listarligt arbeiði. Bókin gevur eitt áhugavert innlit í listarligu yrkisleiðina hjá Bárði Oskarssyni.


Innan norðurlendsk samstørv, sum Føroyar lesa er partur av, eru bøkur eftir Bárð í tveimum førum vald sum upplestrarbøkur í 2025. Í lesiátakinum fyri dagstovnar í Runavíkar kommunu, var Træið (2017) føroyska íkastið, sum varð lisin upp fyri dagstovnabørnum á Bókasavninum við Løkin. Á Norðurlendsku bókmentavikuni, sum júst er farin aftur um bak, hava skúlar og bókasøvn skipað fyri upplestri av Ein hundur, ein ketta og ein mús (2004). Eitt serstakt tiltak var í hesum sambandi um bøkurnar hjá Bárði á Bókadøgum, har Kinna Poulsen og Paula Gaard umrøddu bøkurnar um Bob, Hilbert og hini.


Føroyar lesa ynskir Bárði hjartaliga til lukku við Mentanarvirðisløn landsins og takka hjartaliga fyri søgurnar og myndirnar. Eisini ynskja vit Kinnu Poulsen og Leu Kampmann hjartaliga til lukku við ávikavist Heiðursgávu landsins og Viðurkenning til ungt listafólk.


Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page