top of page

Nú byrjar Bókabyrjan

28.10.25

Í morgin kl. 10 koma fyrstu børnini til søguløtu á Bókasavninum við Løkin. Søguløturnar eru partur av lesiátakinum Bókabyrjan, sum hevur til endamáls at venja børn við at hoyra søgur so tíðliga sum gjørligt.


Hesa vikuna seta vit hol á søguløturnar á Bókasavninum við Løkin við átakinum Bókabyrjan. Lesiátakið er eitt átak fyri dagstovnar í Runavíkar kommunu og partur av norðurlendskum samstarvi, har vit samstarva við Fredrikstad kommunu í Noregi og Åmål kommunu í Svøríki.


Endamálið við Bókabyrjan er at arbeiða fyri, at øll børn fáa eina góða bókabyrjan, sum byggir á okkara góða norðurlendska barnabókasið við søgum um Pippi, Emil í Lønnibergi, Karius og Baktus, Álv Ákason, ævintýrini hjá H.C. Andersen og søgur úr okkara egnu sagnum og kvæðum.


Les eisini: Ein góður barndómur byrjar við góðu bókini


Í eini tíð, har so nógv barnatilfar kemur frá stroymingartænastum og skjótum miðlum á enskum máli, er skjótt at gloyma okkara egnu dýrgripir, og ikki minst málið og nærveruna, sum gagnar barninum við søguløtuni. Í Bókabyrjan trúgva vit uppá góðskuna í okkara felags mentanararvi og fyrimyndirnar, sum eru at finna í barnabókunum í Norðurlondum.


Á søguløtunum fara børnini at hoyra tríggjar søgur, sum hava sín uppruna í luttakandi londunum:

- Úr Noregi: Øll telja við eftir Kristin Roskifte

- Úr Svøríki: Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal (FO), Kalle Güettler (SE) og Áslaug Jónsdóttir (IS)

- Úr Føroyum: Træið eftir Bárð Oskarsson.

 

Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú


Bøkurnar eru valdar út frá bókunum, sum eru at finna í úrvalinum hjá Norðurlendska bókaslúkinum.


Við í samstarvinum eru dagstovnar í Runavíkar kommunu, Gigni, Bókasavnið við Løkin og Føroyar lesa. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page