top of page

Vónbjørt Vang hevur vunnið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

21.10.25

Í morgun kunngjørdi Norðurlandaráðið vinnararnar av virðislønunum, sum Norðurlandaráðið letur á hvørjum ári.  


Føroyar vóru umboðaðar í bókmentum til bæði børn og vaksin, tónleiki og filmi. Tá avtornaði, fullu tvær av heiðurslønunum til Føroyar. Vónbjørt Vang vann fyri yrkingasavnið Svørt orkidé, sum má sigast at vera eitt djarvt, rørandi og serstakt verk í føroyskum høpi. Svørt orkidé er eitt bland av tekstum um tað at vera mamma, sum stúrir fyri barninum, ið stríðist við tilveruna.


Í grundgevingini sigur dómsnevndin um Svørt orkidé:

"Verkið hevur eitt sterkt visuelt úttrykk, og arbeiðir við bæði týdningum og tilfari í fleiri løgum. Síðurnar eru prýddar við kollagum, ið rithøvundurin sjálv hevur skapað burtur úr samanklippum av tekstum og myndum úr øðrum verkum. Hendan nýtslan av brotum og visuellum luteindum undirstrikar spjaðingina og leitanina í upplivingum mammunar - hennara roynd at finna orð fyri tí ósigiliga."

14 verk vóru í uppskoti til virðislønina. Hetta er fyrsta norðurlendska bókmentavirðislønin til Føroyar síðani í 1986.


Les eisini: Komið og lesið saman á Norðurlendsku bókmentavikuni


Sakaris Stórá gjørdi eisini bart, tá hann vann fyri stjørnuprýdda Seinasta paradís á jørð. Filmurin hevur fingið góð skoðsmál bæði úti og heima. Í sjáldsama vøkrum kulissum lýsir filmurin einsemi og iva, familju í máttloysi, og tvístøðuna millum at flyta ella at vera verandi. 


Í sínari grundgeving skrivar dómsnevndin, at:

"Á ein sáttliga og samstundis djarvan hátt, lýsir søgan kjarnin í einsliga lívinum á einari oyggj. Søgan flytur seg langt út um spurningin at verða verandi, ella at flyta burtur. Hon grevur seg niður í persónliga sorg, kensluligt lammilsi og tær átrokandi avbjóðingarnar, sum koma í samband við eina fíggjarliga kreppu." 


Hetta er fyrsti føroyski spælifilmur, ið er uppskoti til norðurlendska heiðurin.


Hini listafólkini, ið umboða Føroyar í kappingini, eru:

  • Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins: Elin á Rógvi og Silja Eystberg fyri Fornt.

  • Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins: Brimheim.

  • Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins: Hugla.

Føroyar lesa ynskir øllum vinnarum og tilnevndum til lukku við heiðrinum.


Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page