top of page

Summarbókin: - Eg sat við vindeygað og las í dagavís

16.07.25

Summarið hjá Ceciliu Nolsøe Sørensen, lærara og kvinnan handan Fíggjarligt frælsi, er merkt av rundum føðingardegi, fyrireikingum til grønlandsævintýr  og ólavsøkustákan, sum er hæddarpunktið á sumrinum. Les her um bestu lesiminnini hjá Ceciliu, sum knýta seg at serliga stólinum við køksvindeygað hjá ommuni í Sumba.


- Í summar lesi eg eina bók, sum eg fekk í jólagávu frá beiggja mínum fyrru jól. Hon hevur ligið leingi og bíðað eftir mær, og nú hóskaði tað seg at byrja at lesa hana. Bókin er Blomsterdalen eftir Niviaq Korneliussen, og hon lýsir lívið og ungdómsárini hjá eini grønlendskari kvinnu í Tasiilaq og varpar ljós á tragiskar lagnur hjá ungdóminum í Grønlandi.


- So tað er ikki júst summarsligan lesnað, eg eri farin í holtur við, men tað er ikki uttan orsøk. Familja mín og eg fara nevniliga til Grønlands aftaná summarfrítíðina, og vildi eg seta meg eitt sindur inn í grønlendsku mentanina og liviháttin har.


Les eisini: Kom og spæl summarlesibingo


- Mær dámar annars betri at lesa upplyftandi bøkur og ævintýrligar klassikarar sum t.d. tær hjá Astrid Lindgren og bøkurnar um Harry Potter, sum eg nú lesi fyri mínum børnum. Sum barn elskaði eg at ferðast suður til Sumbiar til ommu mína at lesa. Eg sat í stólinum við vindeygað í køkini og las í dagavís, og omman syrgdi fyri, at eg fekk at eta og drekka. Tað var har, eg las meg burtur í annan heim, og tað er og verður mítt absolutt besta lesistað.


- Stólurin við køksvindeygað var tó ikki bert til lesing. Tað allarbesta var at nana har hjá ommuni, meðan hon fyri 100. ferð fortaldi somu søguna um hinaferð, tá Poul Johannes abbin fór í hagan til seyðin, og varð seinur oman aftur, tí ein fitt huldukona hevði bjóðað honum pannukøkur í síni holu. Tað, at siga frá, at fortelja søgur uttan bók, er ikki so vanligt longur, og er tað spell, tí eg haldi, at tað gevur størri innliving og setur djypri spor í hugaheimin og minnið.


- Sum vaksin havi eg ikki enn funnið “mítt lesistað". Tað frægasta, eg komi í tankar um, eru ljóðbøkurnar, sum eg lurti eftir í bilinum, meðan eg koyri til og frá arbeiði.


Les eisini: Lesið við børnunum


- Mín summarfrítíð er annars hendingarrík í ár. Burtursæð frá fyrireikingunum til grønlandsævintýrið, havi eg verið uttanlands við góðum vinkonum, í summarhúsi í egnum landi saman við verfamiljuni, sum hesaferð er í Húsavík, og so fylti eg 40 ár nú mitt í juli, og tað varð eisini feiðrað við manér. Ólavsøkan og ólavsøkukórið er eisini eitt mást og hæddarpunktið av føroyska summarinum.


Góðan lesihug og gott summar øll somul.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page