top of page

Sjókæti í uppskoti til bókmentavirðisløn

22.04.26

Vakra myndabókin Sjókæti (A-Oy) er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. 


Føroyska myndabókin Sjókæti (A-Oy) er millum tær 13 bøkurnar, ið Norðurlandaráðið hevur valt út til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Sólrún Michelsen hevur skrivað og Annika Øyrabø hevur myndprýtt. Sólrún Michelsen er ein fjølbroyttur høvundur, ið hevur skrivað og týtt hópin av bókum bæði til børn og vaksin, og seinastu árini hevur Annika Øyrabø myndprýtt fleiri føroyskar barnabøkur við sínum eyðkendu pappírsklippum.


Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú


Sjókæti (A-Oy) er ein myndabók yvir stavraðið, sum er skrivað uppá rím. Talan er um sjáldsama bók við ríkum orðfeingi og spælandi myndamáli, sum er ein fongur fyri bæði børn og vaksin. Bókadeild Føroya lærarafelags, sum hevur givið bókina út, skrivar soleiðis um grundgevingina hjá Norðurlandaráðnum: 


"Við stuttum og rútmiskum ørindum hevur Sólrún Michelsen skrivað ein tekst, sum er lættur at lesa upp og ringur at leggja frá sær. Rímini bjóða børnum og vaksnum at smakka orðini, endurtaka og uppdaga. Grundhugskotið í bókini, sum er at lata stavraðið "svimja", ger lesingina til eina sansaliga og aktiva uppliving.Myndprýðingarnar hjá Anniku Øyrabø eru litríkar og fullar av humori. Tær forleinga orðaspælið í bókini til ein líka spælandi myndaheim."


Les eisini: Soleiðis kunnu vit eisini tosa um myndabøkur


Vinnarin av barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins verður funnin 20. oktober, og virðislønin verður handað í Helsinki 27. oktober. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page