Á breddanum
- Eg sat við vindeygað og las í dagavís
16.07.25
- Sum barn elskaði eg at ferðast suður til Sumbiar til ommu mína at lesa. Eg sat í stólinum við vindeygað í køkini og las í dagavís, og omman syrgdi fyri, at eg fekk at eta og drekka. Tað var har, eg las meg burtur í annan heim, og tað er og verður mítt absolutt besta lesistað.

Summarbókin: Rukkutar síður og kaffiblettir, sum vekja góð minni
10.07.25
Tað er eisini ein serlig kensla; at taka eina bók fram, sum er merkt av at vera brúkt eitt serligt stað; rukkutar síður ella ein kaffiblettur, sum minna meg á, hvar eg sat, tá ið bókin varð lisin. So kemur kenslan frá upplivingini av at lesa ávísu bókina eisini aftur.

Bókabyrjan: Ein góður barndómur byrjar við góðu bókini
03.02.25
Bókabyrjan hevur tvey høvuðsendamál: Málmenning og norðurlendskar søgur. Umframt at vit vita, at lesing fyri barninum styrkir málmenningina, hava vit sett okkum fyri, at børn í øllum trimum norðurlondunum skulu lesa søgur úr hinum norðurlondunum.

Takk fyri jólakortið
05.12.24
Ein brævbjálvi er fyri summi eitt fremmandaorð, og tað eru langt frá øll, sum kenna sína fulla bústað við t.d. postnumrinum. Alt hetta er partur av at skriva eitt jólakort, sum skal sendast við postinum, og tí hevur átakið havt eitt læringsendamál, sum tað annars ikki verður arbeitt við í gerandisdegnum.

Hvønn skriva vit til, um eingin tímur at lesa?
24.10.24
“Og ikki minst lesarin. Tað kann vera ørkymlandi at liva í eini tíð, har fleiri granskingar vísa á, at lesivanar vikna. Tá fólk tíma verri og verri at lesa. Ynskja vit, at fleiri fólk skriva, mugu vit tryggja okkum, at fólk lesa. Og at umhvørvi er til at skriva. Og ynskja vit, at fleiri skulu lesa, mugu vit skapa karmarnar”.

Vinnarar av Ársins lesiátaki 2024
17.06.24
Og vit fingu veruliga nógv ymisk átøk sendandi við øllum frá bókaormum til skipaðan upplestur fyri øðrum børnum og næmingum, jólakalendarar, stafettir, foreldratiltøk, sjónleikir - nóg mikið til at staðfesta, at føroysk børn og ung eru í góðum hondum við so dugnaligum lærarum og námsfrøðingum at leggja teimum lag á við lesingini í gerandisdegnum.

10 kvinnusøgur
08.03.24
Í bókmentunum finna vit hópin av søgum um gentur og kvinnur, ið so ella so eru fyrimyndir fyri onnur. Tær hava kanska fingið harðar lagnur, og hava verið fyri ógvisligum óættvísi. Tær hava ikki havt somu rættindi, sum brøður sínir, ella tær hava verið tvungnar at giftst við onkrum, tær ikki hava valt.
