top of page

Mítt bókaminni

Lukturin, kenslan, myndirnar, tann tú las søguna saman við, sum tilsamans gjørdu søguna til eitt heilt serligt bókaminni. Les her, hvørjar bøkur hava fest seg í minnið hjá ymsum føroyingum.

Jólakalendari 2021

14. desember

Tey hava sjálvi valt persónarnar, tey vilja vera, og hava síðani evnað dukkurnar. Til framførsluna spæla tey leiklutirnar, meðan ein av okkum lærarum lesur søguna upp. Tað gevur teimum so nógva gleði, og tey gerast so errin av at síggja, at tey megna at skapa eitthvørt sjálvi.

Jólakalendari 2021

24. desember

Meðan eg skrivi hesi orðini niður, kann eg ikki lata verða við at syngja tey innantanna, tey kunnu líkasum ikki skrivast, uttan eisini at verða sungin. Tey eru so vøkur, og fyri meg essensurin av jólunum

Jólakalendari 2021

19. desember

So hvørt døturnar gjørdust fleiri í tali, vórðu eisini fleiri søgur skrivaðar, og allar fimm genturnar hava onkra søgu ella mús, sum júst tær hava verið við til at finna uppá. Søgurnar eru í dag vorðnar nógvar í tali.

Jólakalendari 2021

16. desember

Ynskja tit at lesa ordiliga jólaligar bøkur, so viðmæla vit Snjósysturin og Jólagátan.
Hesar bøkurnar eru í 24 pørtum, men tit kunnu skunda tykkum at lesa teir fyrstu partarnar og so lesa ein part um dagin, so tit enda jólaaftan.

Jólakalendari 2021

21. desember

Hann nevnir hann pílagrímssangur, tó at teologar gjøgnum tíðirnar hava kritiserað innihaldið í sálminum millum annað fyri at ímyndin av menniskjalívinum ikki tekur støði í Bíbliuni. Hvussu er og ikki, so er hann ein av best umtóktu jólasálmunum í norðurlondum, eisini í Føroyum í týðingini hjá Jákupi Dahl.

Jólakalendari 2021

22. desember

Mítt yndisjólaminni úr bókaheiminum er uttan iva søgurnar um Narnia. Hetta við at fara inn í eitt skáp og stíga inn í ein heilt annan veruleika við løgnum skapningum og djórum, sum kunnu tosa.

Jólakalendari 2021

18. desember

- Ein lítil genta stóð við stórum eygum og helt um lærið á pápa sínum. Hon stardi út millum beinini á honum at hesum báðum køkunum, sum fóru sveimandi yvir at einum beinki og síðan upp á eitt borð, har tær minkaðu og minkaðu, til einki var eftir av teimum.
- Hmm, mutlaði hon. - Undarligar køkur.

Jólakalendari 2021

15. desember

– Ein kavamaður hyggur upp í loft.
So spyr hann ein annan kavamann:
Luktar tú gularót?
– Ha ha ha, flenna tey øll í kíki.

Jólakalendari 2021

23. desember

Óttin fyri myrkrinum tekur frælsið frá tær, og besta loysn at vinna á óttanum er at lýsa myrkrið upp. Tá flýggjar myrkrið.

Jólakalendari 2021

20. desember

Myndin var av einum jólatræi, sum stóð og skein mitt í einari stovu. Børnini dansaðu rundan um tað, og ljósið frá teimum mongu stearinljósunum á trænum lýstu andlitini á børnunum upp. Eg elskaði hesa myndina og sat ofta bara og hugdi at henni.

Jólakalendari 2021

17. desember

- Annars dámar mær væl jólini. Jólini eru hugnalig, og serliga tá fólk koma saman. Men jólini koma eisini við krøvum til, at tú skalt luttaka, og har eru vit øll ikki líka, og øll fáa ikki tikið lut í gleðini – tí skal rúm vera fyri at velja tað frá, sum nívir ein.

Jólakalendari 2021

13. desember

...hatta var jú langt áðrenn gás og reyðkál og annar danskt göddur jólagóði telvaði ræstan fisk og sperðil av föroyskum jólaborðum…langt áðrenn jólapynt við sölugalnum glansi og glitri fór at súrga vetrarmyrkrini sum eitt endaleyst endurtikið popplag…

bottom of page