top of page
Image by Luke Lung

Rithøvundavitjanir

 

Eitt, sum ger stóra munin fyri næmingar og teirra lesigleði, er at hitta rithøvundin. Føroyar lesa og Rithøvundafelag Føroya eru tískil farin í samstarv um at bjóða skúlum møguleikan at bíleggja rithøvundavitjanir. 

Niðanfyri finnur tú vegleiðing til skúlar at bíleggja rithøvundavitjanir og eitt yvirlit yvir teir høvundar, ið bjóða seg fram hetta hálvárið. 

Soleiðis bíleggur tú eina rithøvundavitjan

 

Skúlar bíleggja rithøvundavitjan her á síðuni. Lærari og rithøvundur avtala sínámillum, hvat vitjanin skal snúgva seg um. Ein rithøvundavitjan fevnir um tveir undirvísingartímar við rithøvundi, t.v.s. 2 x 45 minuttir, og er ætlað einum skúlaflokki á upp til 48 næmingar. Er talan um smærri skúlar, ber til at leggja flokkar saman til eina vitjan, sum er hóskandi í stødd.

Skipanin er ókeypis fyri skúlar, men hvør vitjan verður tald sum eitt klipp. Í fyrstu syftu fær hvør skúli eitt klipp at brúka. Klipp, ið ikki eru umbiðin, og allir skúlar fáa síðani møguleikan at bíleggja eyka rithøvundavitjanir eftir først til mølle.

 

Góð ráð til læraran og rithøvundin

Undan vitjanini

Lærarin eigur at fyrireika næmingarnar uppá vitjanina við at lesa bøkur ella tekstir eftir høvundin í flokkinum. Leggið upp til, at næmingarnir fyrireika seg við at orða spurningar til høvundin um bøkurnar ella um at arbeiða sum høvundur.

Rithøvundurin eigur at fyrireika seg væl til vitjanina við einum uppleggi ella framløgu eftir avtalu við læraran og geva rúm fyri, at næmingarnir sleppa at seta spurningar.

Undir vitjanini

Takið væl ímóti hvørjum øðrum, so tit fáa eina góða byrjan.

Lærarin eigur at tryggja, at friður er inni, og at vitjanin ikki verður órógvað. Væntað verður, at lærarin er til staðar undir vitjanini og tryggjar, at næmingarnir eru virknir undir vitjanini.

Rithøvundurin eigur at vera væl fyrireikað/ur og gera sær ómak at møta næmingunum. Rithøvundurin skal leggja sær í geyma, at støðið kann vera ymiskt millum næmingar og flokkar.

Eftir vitjanina

Skúlar og rithøvundar verða biðin um at eftirmeta vitjanina. Vit vilja fegin frætta frá báðum partum, hvussu vitjanin eydnaðist, so vit kunnu tillaga mannagongdirnar fyri rithøvundavitjanirnar. Eftirmetingarskjalið er at finna á hesi leinkju.

Deila skúlar myndir frá vitjanini á sosialum miðlum, eru tit vælkomin at frámerkja okkum við @føroyarlesa og @rithøvundafelagið.

Ingun Christensen_edited.jpg
Ingun Christensen

Ingun Christensen (f. 1968) hevur seinastu mongu árini skrivað bøkur og stuttsøgur til børn, ung og vaksin. Eitt nú hevur hon skrivað væl umtóktu bøkurnar um Rana, umframt bøkur grundaðar á føroyskar sagnir sum Annika í Dímun (2017), Katrin í Toftum (2018), Húsfrúgvin í Húsavík (2019) og Løgmansdóttirin á Steig (2019) og ungdómsskaldsøguna Sólgrátur (2022), sum viðgerð nógv evni, ið hava við trupla ungdómslívið at gera. Harumframt hevur hon skrivað stuttsøgusavnið Skuggamyndir (2015) og skaldsøguna Vilstar røtur (2023).
 

​Skaldsliga fevnir Ingun um ævintýr, føroyskar sagnir og samtíðarsøgur um happing, sálarliga heilsu, vinalag og ættleiðing v.m.
 

Ingun er útbúgvin korrespondentur í enskum og týskum.
 

​Ingun er tøk at vitja skúlar eftir avtalu.

Dania O. Tausen

Dania O. Tausen (f. 1998) er tvørlistakvinna á føroyska tónleika- og yrkjarapallinum, uppvaksin á Toftum. Ein sangarinna, sangskrivari og yrkjari sum úttrykkir seg á egnan hátt við føroyska málinum. 

Yrkingasavnið Skál er hennara higartil einasta yrkingasavn. Savnið og dokumentarfilmurin við sama heiti eru kontroversiell á tann hátt, at tey á erligan hátt lýsa Daniu og privatlív hennara fyri at vísa á, hvussu tað er at vaksa upp innan samkomu á bygd, og hvussu tað er at vera ungur og ivandi. 

Dania er tøk at vitja skúlar eftir eftir avtalu.

Dania nr 2 - Gwenael Akira Helmsdal.jpg
Sámal Soll_edited.jpg
Sámal Soll

Sámal Soll (f. 1977) hevur skrivað og umsett hópin av søgum til børn, ung og vaksin. Hann hevur givið tvey stuttsøgusøvn út: Glasbúrið (2015) og Virus (2019). Harumframt hevur hann skrivað søgur til børn í nærum øllum jólabókum síðani 2006. Best umtóktu av hesum eru helst søgurnar um Hugnamúsina og hinar mýsnar í Músadalinum.
 

Stuttsøgurnar hjá Sámali verða nógv lisnar á miðnámi, men eisini mangan á framhaldsdeildini, tí fleiri teirra venda sær til ung og snúgva seg um m.a. geyming og lívið á sosialu miðlunum. Stundum eru eisini boð eftir honum at koma at lesa onkra av barnasøgunum fyri yngru árgangunum.
 

Sámal er cand.mag. í enskum máli og bókmentum og hevur hjánám í føroyskum. Hann starvast á miðnámsskúla, og er hann ein av ritstjórunum í mentanarritinum Varðanum og næstformaður í Rithøvundafelagi Føroya.

Sámal er tøkur at vitja skúlar eftir avtalu.

Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal (f. 1966) er fjøllistafólk, høvundur, myndlistafólk og ger til tíðir figurteatur. Hon hevur skrivað 27 bøkur til menniskju í øllum aldrum, av og á við egnum myndum.

 

Bøkurnar Loftar tú mær? (2019), Reiggjan (2021) og Toran gongur (2023) eru søgur við myndum, sum allar hoyra til sama veruleika, sum næstan líkist okkara. Tær siga frá svárum kenslum ella hendingum á ein estetiskan hátt, har tú sleppur inn í kenslurnar uttan at tær verða ágangandi, og tú hevur pláss fyri tínum egnu kenslum.

Skaldsøgan Kjarr (2020) er ein menningarskaldsøga um eina unga kvinnu og ferð hennara úr Føroyum út í heim og heim aftur, meðan hon leitar eftir einum svari á eini gátu.
 

Skaldsøgan Dreymsótt (2023) er ein dystopisk framtíðarsøga um Føroyar í 2036, har einki gekk, sum vit kanska vóna, at tað fer at ganga.

 

Rakel er tøk at vitja skúlar eftir avtalu.

Silja Aldudóttir.jpeg
Silja Aldudóttir

Silja Aldudóttir (f. 1992) skrivar skaldskap til børn, ung og vaksin. Hon er uppvaksin í Keypmannahavn og Hoyvík og býr nú saman við manninum og børnunum í Havn. Í 2022 gav hon sína fyrstu bók út, Ódjór, sum er ein ræðusøga til stór børn. Silja hevur eina MA í føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya og arbeiðir sum ritstjóri á Bókadeildini.

Silja er tøk at vitja skúlar eftir avtalu.

Oddfríður Rasmussen

Oddfríður Marni Rasmussen (f. 1969) er heimasandsmaður, men býr í skrivandi stund í Havnini. Frá 1998-2000 nam hann sær útbúgving í kreativari skriving á Københavns forfatterskole. Oddfríður er eisini útbúgvin lærari og undirvísir í Skúlanum á Fløtum, har hann í fleiri ár hevur havt lærugreinina skrivigleði. 

Hann gav út sítt fyrsta yrkingasavn í 1994, og síðani hevur hann latið úr hondum rúgvusmikið tilfar, ið fevnir um yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgu og týðingar. 

Oddfríður er tøkur at vitja allar skúlar eftir avtalu.

Oddfríður.jpg
Elin á Rógvi.jpg

Elin á Rógvi

Elin á Rógvi (1976) skrivar til børn og ung og arbeiðir dagliga við barnatilfari í Kringvarpi Føroya. 

Elin hevur skrivað skaldsøgur, leikir og sangtekstir til børn og ung. Nevnast kunnu Mánalýsi (2007), Og Mamma! (2014), Eg sá ein eingil (2015), Eg eri ein prinsessa (2018) og112 Fuglafjørður (2019), Flytifuglar (2023) og Fornt, sum er nýggjasta skaldsøga hennara til ung (2024).

Elin er tøk at vitja skúlar eftir avtalu.

Helena Kannuberg

Helena Kannuberg (f. 1991) skrivar skaldskap til børn.
Fyrr í ár gav hon út sína fyrstu bók, ið eitur Í morgin fari eg aftur at spæla við babba, sum er ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, ið gerast sjúk.

Helena hevur eina MA í føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya. Hon arbeiðir sum námslektari á Fróðskaparsetrinum og er limur í Málráðnum.

Helena er tøk at vitja skúlar eftir avtalu.

Helena Kannuberg.jpg
Arnbjørn.jpg
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (f. 1971) skrivar skaldskap á bæði bundnum og óbundnum máli til børn, ung og vaksin. Hann er uppvaksin á Velbastað, útbúgvin bókavørður í Keypmannahavn (1999) og heimspekingur Aalborg (2013).

 

Arnbjørn býr í Havn, har hann umframt at virka sum rithøvundur, ritstjóri og bókaummælari seinastu 20 árini hevur starvast sum bókavørður á Landsbókasavninum (1999-2011), Býarbókasavninum (2013-2018), fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum (2020-2022), undirvísari á Føroya Fólkaháskúla og Tórshavnar kvøldskúla og aðalskrivari hjá Fjølriti (2022-).

Arnbjørn hevur givið út tvey stuttsøgusøvn, So hon starir inn í veggin (2015) og Albert (2016), og tvey yrkingasøvn, Setorð (2022) og Tykisljóð (2022). Hann hevur eisini skrivað søgur og ævintýr til børn í Mínijólabók, í Einaferð var tað... (2015) og í lesibókum og øðrum tekstsøvnum.

 

Arnbjørn er eisini annar av ritstjórunum á skaldskapartíðarritinum Vencil.

Arnbjørn er tøkur at vitja allar skúlar eftir avtalu.

Høgni Mohr

Høgni Mohr (f. 1968) hevur útgivið 10 bøkur, harímillum Fractura nasi, Saga JAM, Slepp tær til heiti fani og mær dámar ikki høgna hoydal.  

Høgni Mohr arbeiðir frítt í samstarvi við sítt egna forlag.

 

Høgni er tøkur at vitja skúlar eftir avtalu.

Marjun S. K. .jpg

Marjun Syderbø Kjelnæs

Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) skrivar yrkingar og prosa til børn, ung og vaksin. M.a. hevur hon skrivað væl umtóktu ungdómsbøkurnar Skriva í sandin (2010) og Sum rótskot (2020), og skaldsøgurnar Óendaliga Vera (2016) og Marta, Marta (2023) til vaksin.

Marjun hevur harumframt skrivað sangtekstir til Eivør, filmshandritið Dreymar við havið, sjónleikirnar Tóm rúm (2014) og Gentukamarið (2022).

Marjun er tøk at vitja skúlar eftir avtalu.

Eyðun Klakstein

Eyðun Klakstein (f. 1972) er journalistur og rithøvundur. Hann tók útbúgving sum journalistur á Danmarks Journalisthøjskole í Aarhus í 2003 og hevur starvast innan miðlar í meira enn 25 ár. Eyðun er úr Klaksvík, har hann eisini býr.

Eyðun debuteraði sum rithøvundur í 2021. Hann hevur skrivað tvær krimibøkur, List (2021) og Lygn (2023). Í bókunum, sum eru spennandi og lættlisnar, fylgja vit høvuðspersónunum Jón Amos og Sáru Emmudóttir, sum uppklára brotsverk og avdúka samansvørjingar í føroyska samfelagnum. Bøkurnar viðgera eisini aktuell rák í samfelagnum – og stundum prika tær.

Eyðun er tøkur at vitja skúlar eftir avtalu. 

Eyðun Klakstein.jpg
Kim Simonsen.jpeg

Kim Simonsen

Kim Simonsen (1970) er høvundur. Hann er útbúgvin innan ritlist og er ph.d. og mag.art í bókmentum. 

 

Í bókini Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum kemur høvundurin inn á spurningar sum t.d., hvør er menniskjans støða til náttúruna í dag? Evnini, hann arbeiðir við, eru menniskja, náttúra og havið í bókmentum.

 

Hava soppar umsorgan fyri okkum? Sóu trøini okkum, tá vit vóru børn? Hvørjar søgur siga vit um okkum og um tey, sum vit hava mist? Hvør er heimspekin hjá fiski? Hvør er náttúrusøgan hjá kombikkinum?

 

Kim er í 2024 tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri savnið Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum. Tilfar er framleitt til bókina og er at finna á Snar.fo. 

 

Savnið er um deyðan og at missa eitt foreldur. Millum maðkar, fisk, trø og hvalspýggj verða tilsipingar til lívfrøðiliga margfeldið í heiminum settar saman við bókmentum, heimspeki, læknavísindum og lívfrøði.

 

Hann hevur skrivað seks fagurfrøðiligar bøkur, fimm yrkingasøvn og eina bók við ritroyndum. 

Kim er skrivilærari og kann gera skrivivenjingar við børnum og ungum. 

 

Kim er tøkur at vitja skúlar eftir avtalu.

Vár Berghamar Jacobsen

Vár Berghamar Jacobsen (f. 1965) hevur skrivað til børn síðani 1998 ,tá fyrstu upptøkurnar til sjónvarpsrøðina Likkulikkuleia byrjaðu. Síðani hevur hon skrivað hoyrispøl til barnaútvarpið, nevnast kunnu útvarpsleikirnir "Hvar eru børnini" (2005) og "Jól í Grannalagnum" (2007).

Seinastu árini hevur hon skrivað barnabøkurnar: Luddi og Lundisa (2018), Luddi og Lundisa spegla sær (2019), Luddi og Lundisa og ein risapisa (2020), og Luddi og Lundisa fara langa leið (2022).

Vár hevur kandidatútbúgving í leiklistafrøi frá lærda háskúlanum í Århus, og hevur síðani í 2001 undirvíst í leiklist á miðnámsskúlunum í Suðuroy, á Kambsdali, í Hoydølum. Hon starvast nú sum undirvísari í leiklist á Glasi.

Vár er tøk at vitja skúlar eftir avtalu.

Vár.jpg
SteintorRasmussen.jpg

Steintór Rasmussen

Steintór Rasmussen (1960) lærari, rithøvundur og sangskrivari. Hann hevur skrivað søgur innan ymsar sjangrur til børn og ung. Eitt nú er Søgunámið serliga ætlað størri skúlabørnum, sum á síni lesiferð leita eftir tí vakra og kærleiksfulla, men sum eisini vilja finna tað vandafulla og óhugnaliga.  Tí lívið er jú ein spennandi bók. Uttan aldursmark. Góðar og ræðandi søgur.  Og "Tólmennið", "Blinda gentan", "Klókasta barnið", "Bannaða spælið" og "Svartideyði" eru allar at finna í savninum.

Steintór hevur eisini skrivað krimirøðina Deyðin fer í bindiklubb, krimigáturnar Mín gløggi vinur, og til børn í innskúlingini hevur hann skrivað Tvøri og Tvassa.  

Á skúlavitjan lyftir Steintór fegin lokið av Sangskríninum ella blaðar í síni tíð sum tónleikari, har hann hevur smíðað hópin av vælkendum sangum bæði til børn og vaksin.

Steintór er tøkur at vitja skúlar eftir avtalu.

Dánial Viðoy

Dánial Viðoy (f.1991) er útbúgvin fólkaskúlalærari og cand.pæd. í didaktikki.

Dánial hevur skrivað tvær ungdómsskaldsøgur, Tvístøðu (2020) og Rangstøðu (2022), sum báðar snúgva seg um Bartal og hansara til tíðir baldruta lív. Dánial hevur ein erligan skrivistíl og er ikki bangin fyri at siga sum er.
 

Í løtuni siglir Dánial sum dekkari við Akrabergi og er tí tøkur eftir avtalu.

Dánial Viðoy.jpg
Sanna og Gunnhild.jpg

Sanna og Gunnhild

Gunnhild og Sanna eru systrar, og tær hava skrivað krabbabókina Matur - okkara virðismikla tilfeingi, sum kom út í 2022. Sanna Andrassdóttir Dahl (f. 1981) hevur lisið bókmentafrøði, og Gunnhild Dahl Niclasen (f.1983) hevur lisið stjórnmálafrøði og humanvistfrøði. 

Bókin snýr seg um matoyðsl, og hvussu vit sleppa undan matoyðsli. Á eini skúlavitjan fortelja tær um arbeiðið við bókini, og um hvussu tað er at skriva yrkisbøkur til børn.

Sanna og Gunnhild eru tøkar at vitja skúlar eftir avtalu.

Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen (f.1950) er magistari í norðurlendskari bókmentafrøði frá universitetunum í Aarhus og Keypmannahavn. Fram til heystið 2022 var hann lektari á Københavns Universitet.

Umframt at hava skrivað eina røð av bókum um í høvuðsheitum bókmentir, hevur hann skrivað 25 krimibøkur við Hannisi Martinsson og William Hammer sum høvuðspersónar.

Jógvan er tøkur at vitja skúlar eftir avtalu.

Jógvan Isaksen.jpg
author Lív í Baianstovu.jpg
Lív í Baianstovu

Lív í Baianstovu (f. 1960) er føroysk fjøllistakvinna og arbeiðir sum rithøvundur, singer/songwriter, dansari og listakvinna. Hon hevur skrivað sangtekstir og greinar, og í 2020 kom fyrsta skaldsøgan í eini røð á fýra við sálarligum avbjóðingum, trúgv og heilsu sum evnum.

Skaldsøga hennara Hjarta mítt fyri fót tín varð givin út á egnum forlagi í 2020. Hjarta mítt fyri fót tín er ein kærleikssøga í trimum pørtum, ið gongur fyri seg í Føroyum. Í fyrsta parti verða forfedrarnir hjá einum pari lýstir. Í øðrum parti hoyra vit um uppvøksturin hjá ávíkavist tí kvinnuliga og mannliga partinum. Í triðja parti er teirra samlív lýst. Ymisku  bakgrundirnar hjá høvuðspersónunum, Tove og Tóri, geva bæði spenningar og nýggjan íblástur til teirra tilveru saman. Men avleiðingarnar av djúpum sálarsárum leiða tey í óføri. Hægri maktir gera vart við seg, og spurningurin er, hvør vinnur: oyðileggjandi misbrúkið ella kærleikin?

Lív er tøk at vitja allar skúlar eftir avtalu.

Beinir Bergsson

Beinir Bergsson (f. 1997) er úr Sørvági og hevur latið tvey yrkingasøvn úr hendi. Evnið, sum Beinir arbeiðir við, eru sorg, kærleiki, erotikkur, samkyndleiki, økopoesi og heimildaryrkingar. 

Beinir hevur latið tvey yrkingasøvn úr hondum, Tann lítli drongurin og beinagrindin (2017) og Sólgarðurin (2021). Í 2022 var Sólgarðurin í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Beinir er tøkur at vitja skúlar eftir avtalu.

Beinir.png

Stigtakarar

​Í samstarvi við

bottom of page