top of page

Summarbókin: Rukkutar síður og kaffiblettir, sum vekja góð minni

10.07.25

Aftur í ár seta vit serligt fokus á lesing í summarferiuni. Ert tú íðin lesari ella droymir um at koma í gongd við at lesa, hjálpa vit tær við hugskotum til spennandi bøkur og góðar lesiløtur. Í summar fara ymiskir kendir føroyingar at fortelja um sínar summarlesivanar. Her kanst tú lesa, hvat forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Sanna á Løgmansbø, lesur í summarferiuni.


Í summar havi eg funnið mær nakrar bøkur fram, sum hava ligið á hillini í eina tíð. Eg havi ein veikleika fyri bókum, og komi tí til at keypa fleiri, enn eg klári at lesa – fyri meg eru bøkur eitt klenodie (dýrgripur, ritstj.), og eg dugi illa at sleppa mær av við bøkurnar, eg havi lisið. Onkursvegna geva tær hita og eina serliga kenslu til heimið, og mær dámar væl at leita aftur til bøkur, eg havi lisið, bara fyri at blaða ígjøgnum og uppfríska minnið um bókina.


Eg eri júst heimkomin úr Fraklandi. Eg havi verið og ferðast saman við vinkonum og børnum – vit hava verið í summarhúsi og hava notið nakrar dagar í deiliga Oyes en Champagne og í París. Eg tók mær bókina Når vi ikke længere forstår verden eftir Benjamin Labatut við, sum er ein skaldsøga, ið blandar veruleika og skaldskap fyri at lýsa myrku og ótryggu síðurnar av vísindunum. Bókin granskar, hvussu vitan, ið hevur broytt heimin, eisini hevur havt álvarsligar fylgjur og hevur ført til óvissu og ótryggleika í tilveruni hjá menniskjanum. Bókin setir spurning við tilveruna; hvat hendir, tá leitanin eftir vitan leiðir okkum út um mørkini fyri tí, vit megna at fata? 


Les eisini: Yndisbøkurnar hjá Lenu


Eg lesi sum oftast skaldskap, sum á onkran hátt samantvinnar veruleika og tað livaða lívið; um menniskjalagnur, søgu og samfelag. Her kann eg nevna bøkurnar hjá Thomas Korsgaard, sum er sera dugnaligur til júst hetta at samantvinna lagnusøgur og lívskor í einum samfelagsligum samanhangi.


Eg havi altíð eina ella tvær bøkur í kuffertinum, tá ið eg fari av landinum. Tað er góð dagdvølja at lesa í flogfarinum, og ofta endi eg við at keypa einar tvær afturat í Kastrup. Ofta eru bøkurnar ikki so vakrar, tá ið eg komi heim aftur; seinasta bókin, ið varð lisin við svimjihylin, mátti fáa ein túr í sólarhitanum fyri at torna, tí børnini spruttaðu í ovfarakæti, so bókin druknaði. Tað er eisini ein serlig kensla; at taka eina bók fram, sum er merkt av at vera brúkt eitt serligt stað; rukkutar síður ella ein kaffiblettur, sum minna meg á, hvar eg sat, tá ið bókin varð lisin. So kemur kenslan frá upplivingini av at lesa ávísu bókina eisini aftur.


Les eisini: Námsfrøðingurin um týdningin av at lesa við børnunum


Annars eri eg tíðarbjartskygd av lyndi og ætli mær mangan meira, enn eg havi stundir til, so eg veit ikki, hvussu væl eg fari at koma ígjøgnum bókastakkin, eg havi funnið mær fram til hetta summarið. Í øllum førum skal eg hava lisið bókina Medfølelsens pris eftir Per Isdal í sambandi við arbeiðið, og so fari eg at seta meg við míni nýggju Lonely planet lummabók, Genoa & Cinque Terre. Cinque Terre í Italia er eitt ferðamál, sum liggur ovast á mínum ynskilista, og ætlanin er at fara hagar saman við vinkonum, møguliga á páskum næsta ár. Tað gleði eg meg ómetaliga nógv til.


Og við hesum fari eg at ynskja øllum eitt gott og deiligt summar – og góðan lesihug.


Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page