Mítt bókaminni
Lukturin, kenslan, myndirnar, tann tú las søguna saman við, sum tilsamans gjørdu søguna til eitt heilt serligt bókaminni. Les her, hvørjar bøkur hava fest seg í minnið hjá ymsum føroyingum.
Jólakalendari 2021
14. desember
Tey hava sjálvi valt persónarnar, tey vilja vera, og hava síðani evnað dukkurnar. Til framførsluna spæla tey leiklutirnar, meðan ein av okkum lærarum lesur søguna upp. Tað gevur teimum so nógva gleði, og tey gerast so errin av at síggja, at tey megna at skapa eitthvørt sjálvi.
Jólakalendari 2021
21. desember
Hann nevnir hann pílagrímssangur, tó at teologar gjøgnum tíðirnar hava kritiserað innihaldið í sálminum millum annað fyri at ímyndin av menniskjalívinum ikki tekur støði í Bíbliuni. Hvussu er og ikki, so er hann ein av best umtóktu jólasálmunum í norðurlondum, eisini í Føroyum í týðingini hjá Jákupi Dahl.
Jólakalendari 2021
18. desember
- Ein lítil genta stóð við stórum eygum og helt um lærið á pápa sínum. Hon stardi út millum beinini á honum at hesum báðum køkunum, sum fóru sveimandi yvir at einum beinki og síðan upp á eitt borð, har tær minkaðu og minkaðu, til einki var eftir av teimum.
- Hmm, mutlaði hon. - Undarligar køkur.