top of page

Komið og lesið saman

08.11.21

Dentur verður lagdur á at gera tað hugnaligt at lesa. Byrja til dømis við at draga gardinur fyri, legg koddar fram og lat kanska næmingarnar byggja sær holur at sita í, meðan tey sita við lummalykt og lurta?

Image-empty-state.png

- Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú

01.11.22

Eyðkenni fyri alla røðina er, at bøkurnar viðgera sálarheilsu hjá børnum uttan at koma við nøkrum svari. Tær eru stuttar samrøðubøkur, sum kunnu seta hol á evnið uttan at fara ov djúpt niður í evni, og tær enda positivt. Fyri børn er tað lættari at fyrihalda seg til eina søgu enn til okkurt abstrakt, sum t.d. kunningartilfar um demens.

Image-empty-state.png

- Børn skulu takast í álvara

19.01.21

- Tað er tað sama við lesing. Ert tú forvitin? Vilt tú læra nakað nýtt? So er at lesa, líka sum leikararnir hjá Kí hvønn dag skulu venja fyri at gerast betri og kunna læra nakað nýtt.

Image-empty-state.png

- Deyð fólk hava altíð hugtikið meg

13.10.20

'Rakki': ein lítil óvandur hundur. Tað kemst av, at ein identifiserar seg við tey lægstu í samfelagnum. 'Ljóð' sigur seg sjálvt. Og 'rakkaljóð' ljóðar bara so væl.

Image-empty-state.png

- Eg hevði onga kenslu av, um bókin nyttaði nakað sum helst

11.02.22

Rithøvundaprát: Eg hevði ummælt bøkur í fleiri ár, men eg hevði onga kenslu av, um bókin nyttaði nakað sum helst. Men fyrsta upplagið, sum taldi 1.500 eintøk, varð útselt eftir ongari tíð. Vit hava tosað við Jógvan Isaksen um Hannis Martinsson, krimisjangruna og grindadráp, nú TROM fer av bakkastokki.

Image-empty-state.png

- Hvat nú, um eg fann eina beinagrind?

11.03.22

- Eg fekk hugskotið til søguna, tá eg sum ung arbeiddi sum urtagarðskvinna. Meðan eg gravaði runu upp úr eini djúpari rennu, kom tankin á meg: Hvat nú, um eg fann eina beinagrind?

Image-empty-state.png

- Tað er lætt at blogga um nakað, sum tú brennur fyri

17.02.22

Eg kann eisini finna uppá at taka eina grafiska bók ella eitt yrkingasavn upp. Eg skal hava eina kenslu av, at tað er ein seriøsur rithøvundur og eitt forlag, ið hevur lagt neyðugu orkuna í at fáa bókina góða. Og so skal søgan hava nakað uppá hjarta.

Image-empty-state.png

- Tað snýr seg ikki bert um at fylla orð á. Tað er nærveran, sum er so avgerandi

01.02.23

Fyrst og fremst er tað hetta við at lata ein heim upp fyri barninum. Ein ævintýrheim. Tey fáa nakrar upplivingar, sum eru teirra egnu og sum vit samstundis hava saman, tey læra empati og at seta seg inn í støður hjá øðrum, og tað er gott fyri málsligu menningina. Listin við fyrimunum er langur.

Image-empty-state.png

- Vit sita púra stillar og lurta

11.11.20

Hetta illveðurskvøldið verður lisið úr Dagbók hjá Peri í Rituvík um niðursetufólkini í Rituvík. Katrin lesur, sum vant, og hinar sita sum í andakt. Av og brýtur onkur av við eini viðmerking til okkurt navn, sum hon kennist við, og onkur minnist onkra hending. Annars hoyrist bert glintið frá stokkunum.

Image-empty-state.png

- Øll hesi fólkini hava búð í mínum húsi í trý ár, og tað merkist, nú tey eru flutt út

31.01.22

Rithøvundaprát: Mær leingist á ein hátt eftir teimum øllum. Tað er so tómt. Tað er torført at forklára. Tað er sum, tá ein ordiliga góð bók er liðug. Øll hesi fólkini hava búð í mínum húsi í trý ár, og tað merkist, nú tey eru ‘flutt út’, sigur Sólrún Michelsen, nú hon er liðug við tríbindsverkið um Helenu og hini.

Image-empty-state.png

1. desember

01.12.21

Tað var skýmligt og hugnaligt, og eg var ofta farin í náttkjólan. Og so tendraði hon ljósið við svávulpinninum. Ofta var søgan so fangandi, at ljósið brann niður á hálvan dagin eftir, uttan at vit varnaðust tað.
Hetta vóru av sonnum praktfullar, undurbarar løtur, sum enn sita so rimmarfastar í minninum og míni samlaðu hugmynd av jólum. Og av mammu.

Image-empty-state.png

1. desember

01.12.20

Ljós brunnu í støkum, og skuggar av monnum leikaðu sum trøll á hvítskúraðum bróstum. Men eingin var harðmæltur, allir vóru sáttligir og sømiligir í jólagleði síni.

Image-empty-state.png

10 góðar til heystferiulesnaðin hjá familjuni

08.10.20

Dagarnir styttast, og veðrið verður illfýsið og kaldari, men inni kunnu vit hugna okkum við eini góðari bók. 
Her eru 10 góð boð upp á bøkur, sum familjan kann savnast um hetta heystið.

Image-empty-state.png

10 góðir lesivanar

04.01.23

Fá tær til vana at lesa onkra løtu á degnum, sum passar tær væl. Nógvum dámar at lesa áðrenn songartíð, men tað kann eisini vera ein fyrimunur at byrja dagin við at lesa. At lesa 10 minuttir saman við dagsins fyrsta kaffimunni kann vera júst tann andaktin, sum tær tørvar fyri at fáa eina góða byrjan uppá dagin.

Image-empty-state.png

10 góðir lesivanar

02.03.21

Hevur tú trupult við at koma í gongd við at lesa? Ella er tað trupult at halda gongd í lesingini? Tað ert tú ikki eina um. Her fært tú 10 góð ráð til at varðveita góðar lesivanar ella at endurfinna lesigleðina.

Image-empty-state.png

10 kvinnusøgur

08.03.24

Í bókmentunum finna vit hópin av søgum um gentur og kvinnur, ið so ella so eru fyrimyndir fyri onnur. Tær hava kanska fingið harðar lagnur, og hava verið fyri ógvisligum óættvísi. Tær hava ikki havt somu rættindi, sum brøður sínir, ella tær hava verið tvungnar at giftst við onkrum, tær ikki hava valt.

Image-empty-state.png

10. desember

10.12.20

Image-empty-state.png

10. desember

10.12.21

Tá sá eg tað; ræðusjónina, sum eg vóni, at ongi børn nakrantíð fara at síggja. Har sat ein ógvuliga klænur jólamaður á stovuborðinum. Ein rakslánur. Hann hevði húgvuna í tí stóru hondini, og tómi posin lá á gólvinum. Klæðini vóru alt ov stór og hingu uppi á honum. Ilt var at síggja, um tað var ein jólamaður í einum reyðum tjaldi ella eitt reytt tjald í einum jólamanni. Jólatræið var koppað, og perurnar blunkaðu. Eg misti høkuna niður á bringuna, og nakkahárini stóðu sum á einari uppvaskibust; beint aftureftir. Hjartað støðgaði eina løtu, og tá ið tað fór at sláa aftur, visti tað ikki, hví tað sló, so tað sló bara triðja hvørt slag. Hann græt.

Image-empty-state.png

11. desember

11.12.20

Image-empty-state.png

11. desember

11.12.21

Ali Baba og Robin Hood
teir semjast sum grannar væl,
og í einum húsum har skamt ífrá
svevur Tornarósa so sæl.

Image-empty-state.png
bottom of page