top of page

10 góðar til heystferiulesnaðin hjá familjuni

08.10.20

”Áh, einki er sum at vera heima og hugna sær”, skrivaði rithøvundurin Jane Austen fyri meiri enn tvey hundrað árum síðani, og hesum eru vit til tann dag í dag enn so sera samd í. Nú heystferian nærkast, er tað júst heimahugnin, sum er á skránni hjá mongum føroyskum familjum. Dagarnir styttast, og veðrið verður illfýsið og kaldar, men inni kunnu vit hugna okkum við eini góðari bók. 

Her eru 10 góð boð upp á bøkur, sum familjan kann savnast um hetta heystið. Kanska verður tað Góðanáttsøgur til rebelskar gentur, har tú eisini finnur sitatið hjá Jane Austen? Ella bókin um tá Findus og Pettson gera eina pannukøkulagkøku? Les meiri um hesar og hinar átta niðanfyri.

Góðan lesihug og góða heystferiu!


10. Bakibókin í Vallbakkaskóginum

Kom við Haru-Peri bakarameistara og bakaradronginum og lær teg at baka. Í bókini finnur tú millum annað hunangskøkurnar hjá Bjarnamammuni, grønmetistertuna hjá Hjalsmúsini og sjálvandi bæði vanligar og dupultpipraðar piparkøkur. Ein flott bakibók til alla familjuna við nógvum hugskotum.

Høvundur: Maria Villmones Bondesen

Týðari: Una Poulsen

Útgávuár: 2019

Til alla familjuna!


9. Poetikus

Poetikus býr í einum vita langt burtur frá fólki saman við Sofusi, pappageykinum. Tað dámar honum best, men óveðursnætur venda upp og niður á øllum lívinum hjá Poetikusi.

Høvundur og teknari: Edward Fuglø

Útgávuár: 2012

Barnabók/Myndabók


8. Góðanáttsøgur til rebelskar gentur

Bókin ger ævintýr av nýggjum, gevur gentum íblástur við 100 søgum um kvinnuhetjur frá Elizabeth l til Serenu Williams. 60 listakvinnur úr øllum herðashornum hava myndprýtt. Hetta er mest stuðlaða upprunabók í søguni hjá hópfígging.

Ritstjórnarframleiðsla og myndaframleiðsla: Francesca Cavallo og Elena Favilli

Týðari: Marna Jacobsen

Útgávuár: 2018

Barnabók


7. Undursom djór og har tey eru

Í hesi frásøgn ber til at lesa meiri um kentaurar, griffar, einhyrningar og allar hinar verurnar og dýrini, sum hoyra gandaheiminum hjá Harry Potter til. Rannsaka tey villu undrini í gandaverðini í hesum stásiliga verki um gandadjór, sum víðagitni gandadjórafrøðingurin, Newt Scamander, hevur greitt úr hondum.

Høvundur: J.K. Rowling

Myndprýðari: Olivia Lomenech Gill

Týðari: Bergur Rasmussen

Útgávuár: 2017

Barnabók


6. Heksirnar

Ein 7 ára gamal smádrongur, sum av tilvild er til staðar á einum heksaaðalfundi, verður umskapaður til eina mús. Men klóka omma hansara hjálpir honum at fáa í lag eina hevndarætlan, sum skal forkoma øllum heksum í heiminum.

Høvundur: Roald Dahl

Týðari: Eyðun Andreassen

Teknari: Quentin Blake

Útgávuár: 2015

Barnabók


5. Søgusavn

Ritverkið hjá Jan Lööf er í einum klassa fyri seg. Í meira enn 50 ár hevur eydnast honum at finna fram til tað heilt serliga í myndum og frásøgutóna, sum fangar lesaran. Tólv myndabókaklassikarar eftir Jan Lööf frá 1966 til 2008 eru savnaðir í hesum stórfingna søgusavni: Palli hjálpir einum riddara. Søgan um blóðreyða súreplið. ABC-bókin. Viktor byggir eina brúgv. Palli í frumskóginum. Abbi er sjórænari. Lummalyktin hjá Palla. Talbókin. Halt fast Fabian. Føðingardagsgávan. Ketturnar hjá Matildu. Palli hittir ein tokførara.

Høvundur: Jan Lööf

Týðari: Pauli Nielsen

Útgávuár: 2018

Barnabók/Myndabók


4. Bókin um teg

Bókin um teg er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um teg. Her ber til at savna smá gullkorn frá fyrstu árunum. Upplýsingar um mangt og hvat - nær, hvar og hvussu - sum annars er so lætt og skjótt at gloyma. Her er pláss at skriva niður ymiskt um barnið, frá føðingini til fyrstu fetini, frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar. Henda bókin er ein dýrgripur, tú fert at fegnast um alt lívið.

Høvundur og teknari: Ann-Mari Egholm

Útgávuár: 2019

Bók um barnið


3. Pannukøkulagkøkan

Ein sera lívlig og skemtingarsom søga um, tá ið Pettson gamli bakaði pannukøkulagkøku til Findus, fressin, ið fyllir tríggjar ferðir um árið. Pettson er óvanliga umhugsin og góður av sær. Tað veit Findus, men grannarnir halda ikki so … Hetta er fyrsta bókin um Findus og Pettson. Ein stuttlig og lívsjáttandi bók við heilskapaðum persónum, lýstir við kærleika.

Høvundur: Sven Nordqvist

Týðari: Niels Jákup Thomsen

Útgávuár: 2017

Barnabók/Myndabók


2. Loftar tú mær

Aftan á døgurða verða tey send út í garðin: lítlibeiggi, systir og stóribeiggi. Lítlibeiggi uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, ið ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað.

Høvundur: Rakel Helmsdal

Útgávuár: 2019

Barnabók/Myndabók


1. Sum rótskot

Hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullshitinum? Hvat tá?

Høvundur: Marjun Syderbø Kjelnæs

Útgávuár: 2020

Ungdómsbók

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page