top of page

- Øll hesi fólkini hava búð í mínum húsi í trý ár, og tað merkist, nú tey eru flutt út

31.01.22

Hvussu sær Helena út í høvdinum høvundanum? Gjørdist søgan um Helenu og hini, sum tú ætlaði? Hvussu kennist tað, nú søgan er liðug? Sólrún Michelsen svarar í ársins fyrsta rithøvundapráti nøkrum spurningum um mest umrøddu bøkurnar seinastu trý árini.


Hvussu sær Helena út í tínum hugaheimi?

- Í mínum hugaheimi hevur hon brún eygu og tjúkt og myrkabrúnt hár. Sum eg fyrr havi greitt frá, byggir søgan um Helenu á veruligar hendingar, sum omma mín var úti fyri. Íblásturin til tað ytra fekk eg frá myndunum, sum eg havi sæð av ommu og ommusystrunum. Á myndunum eru tær í gamaldags klæðum, og hárið var uppsett. Eg minnist, at omma hevði so vakurt myrkt hár, heilt til hon var ein eldri kona. Men eg billi mær inn, at hon og systrarnar hava gingið við flættum sum smágentur og ungar kvinnur.

- Eg sá annars ikki so nógv til ommu mína, sum búði í Suðuroy, og tá ferðaðust fólk ikki sum nú. Men tað, sum er hent í veruleikanum, er, at hon sum heilt ung misti mammu sína og seinni fekk eitt leysingabarn. Og abbi mín var við Britannie, líka sum maður Helenu. Omma var rættiliga privat, so vit komu ongantíð at tosa um nakað tílíkt saman. Men eg minnist, hvussu mamma onkuntíð tosaði við systrar sínar um ommu, og hvussu synd tað var í henni. Hesum sat eg og lurtaði eftir og tók hvørt orð inn, sum eg ikki havi skilt. Til dømis orðini ‘í hasari tíðini’. Eg kann ikki hava skilt tað tá, men tað er heilt víst, at tað hevur verið ræðuligt at koma soleiðis fyri í hasari tíðini. Eg eri heilt víst ein av teimum, sum eru serliga sensitiv. Eg havi ov nógvar antennur.


Hvussu hevur arbeiðið verið við tríbindsverkinum um Helenu og hini? Hevur søgan tikið nakra óvæntaða vend frá tí, at tú byrjaði uppá hana? Hevur tað verið kensluborið fyri teg, líka sum tað hevur verið fyri okkum lesarar?

- Eg eri farin fult og heilt inn í søguna við øllum, eg havi, og eg havi engasjerað meg við øllum. Eg havi nærmast sagt Helenu, hvussu hon skal gera, tá hon er komin sær í óføri. Eg havi sett meg inn í hennara støðu, og so eri eg farin aftaná henni. Helena er høvuðspersónurin, og hon er treisk og uppreistrarsinnað, og tá tú fert so tætt uppá ein persón, slepst ikki undan, at tú ávirkast av teimum.

- At skriva hesar tríggjar bøkurnar hevur verið ótrúliga gevandi fyri meg. Eg hevði als ikki tankan um at skriva fleiri bøkur. Men so kom korona. Fyrsta bylgja var so ógvislig, eingin visti rættiliga, hvat hetta var. Vit eldru vóru í vandabólki, eingin kundi koma á gátt, og vit kundu ongastaðni fara, so har var ikki so nógv annað at gera enn at seta meg at skriva.

- Tað vanliga er, at ein ger eina rúgvu av kanningararbeiði, og so leypur sumt av, sum síðani kann nýtast í einum møguligum framhaldi. Men soleiðis gjørdi eg ikki. Eg skrivaði meg bara fram, og so førdi tað meg longur fram í søguna. Men tað var nógv at halda stýr á, og til endans noyddist eg at seta mær eina tíðartalvu upp. Tíðin, ramman, má passa til søguna. Hendingarnar mugu passa til aldurin á persónunum og sjálva søgugongdina. Og vit tosa altso um 800 blaðsíður tilsamans. Men eg hevði ein dugnaligan ritstjóra, sum hjálpti mær við tilfari og góðum ráðum.


Hvussu kennist tað, nú søgan er liðug, og øll nú kenna hana? Ert tú nøgd?

- Tað kennist bæði gott og sorgblítt. Mær leingist á ein hátt eftir teimum øllum. Tað er so tómt. Tað er torført at forklára. Tað er sum, tá ein ordiliga góð bók er liðug. Øll hesi fólkini hava búð í mínum húsi í trý ár, og tað merkist, nú tey eru ‘flutt út’. Men eg velji at síggi tað sum fræini á eini hagasólju, sum man blæsir avstað. Eg vóni, at onnur eisini eru vorðin góð við tey.

- Eg var ovfarin av, at so mong hava víst áhuga fyri bókunum. Og at tann seinasta bókin varð útseld longu eina viku, áðrenn jólasølan byrjaði. Hetta er ein søga, sum ikki er so innviklað, og tí kunnu øll lesa hana. Tað er kanska ein frágreiðing. Men eg haldi eisini, at kvinnusjónarmiðini hava manglað í føroysku bókmentunum. Og hóast tað er syrgiligt, er tað eisini áhugavert at síggja, hvussu langt vit eru komin. Maðurin hevði snøgt sagt alla maktina, bæði í samfelagnum og í hjúnabandinum. Tú vart í veruleikanum ein trælur, tá tú vart gift. Hvussu niðurbundnar kvinnurnar hava verið. Hann sat á pengunum, eisini um tað var hann, sum hevði gift seg til pengarnar. Kvinnuligir læknar høvdu tað heldur ikki lætt og fingu ikki starv hjá tí almenna, men noyddust at byrja í tí smáa og arbeiða seg inn.

- Tað hevur verið gevandi fyri meg at sleppa gjøgnum hesa ferðina hjá kvinnuni í Føroyum, Danmark og í Noregi.


Hvat verður tað næsta, tú fert í holt við at skriva?

- Nú er uppi. Tað er heilt tómt. Børnini og vinirnir hjá mær flenna at mær og siga, at hatta hava tey ofta hoyrt fyrr. Men tað er satt: Eg havi ikki ein einasta tanka í høvdinum. Tá eg fari at slappa av aftur, so kemur óivað okkurt. Nú havi eg eisini givið fýra bøkur út innan fýra ár, so eg haldi, at eg kann loyva mær at taka mær av løttum.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page