- Deyð fólk hava altíð hugtikið meg
13.10.20
'Rakki': ein lítil óvandur hundur. Tað kemst av, at ein identifiserar seg við tey lægstu í samfelagnum. 'Ljóð' sigur seg sjálvt. Og 'rakkaljóð' ljóðar bara so væl.
Soleiðis sigur Jóannes Nielsen um sítt nýggjasta yrkingasavn, Rakkaljóð. Í savninum heilsar hann teimum deyðu. Deyð fólk hava jú altíð hugtikið hann. Samstundis sum hann er farin at takka fyri seg.
Forlagið skrivar:
Yrkingarnar eru prikkurin yvir øllum tí, ið Jóanes hevur skrivað í fjøruti ár, og sum yrkjari hevur hann somu dygdir sum gott whisky, hann bara búnast við aldrinum.
Evnisvalið broytist og víðkast, og viðgerðin dýpist.
Hesin vandni yrkjarin skrivar hvassari og eymari enn nakrantíð áður.
Hann melur aftur á stóru tilveruspurningarnar og ger eisini ferð út á tey evstu mørkini.
Savnið byrjar við: sanki saman setningar sum sýta at seta punktum – og síðan floyma setningar inn, sum nema við tíðina, stættarmun og borgararættindi, um fánandi gess, rekmáttin í dreymum og heilagum orðum.
Og tað er bara á teimum trimum fyrstu síðunum.
Hoyr samrøðu við Jóannes Nielsen í Nón.