11. desember
11.12.20
“Lítla Marin droymdi, hon sá eitt jólatræ,
sum stóð einsamalt á eini fløtu.
Har kom mamman gangandi og festi ljós í tað,
tá ið skýming fór at káma gøtu.
Ljósini tey skinu, og tá var træið bjart,
á tess greinum lýstu heimsins stjørnur,
blankar, sum tá tú tær um veturnætur sært,
og tá glerið leggur lok á tjørnir.
Fram har gingu vættrar yvir frystan svørð,
fóru tær at dansa har um træið;
sungu tær um vetrardýrd og jólafrið á jørð.
Marin lýddi hugtikin á lagið.
Og so fór at kava - og so var træið skrýtt,
flykrur løgdust lið um lið á greinar;
hvítar vóru gøturnar, fløtulendið hvítt,
Hvítar túgvur, hvítir allir steinar.
Fuglar komu flúgvandi, bóru bond og fløgg,
tað var sum tað - átti alt í lagi -,
eisini so bóru teir so fjálg og vøkur pløgg,
sum teir løgdu varliga á træið.
Marin lá og droymdi, men vaknaði av tí,
mánin lýsti gylt á kinn og enni;
tá fór hon at smílast, tí brosandi og blíð
har stóð mamman framman fyri henni".
(“Lítla Marin droymdi”, Lesibók til 3. skúlaár, 1. partur, Føroya Skúlabókagrunnur, 1981)