top of page

10. desember

10.12.20

"Ein dagin, tá ið Palli Pummbjørn einki hevði at gera, helt hann, at hann skuldi gera okkurt, og tí fór hann yvir til Purkil at vita, hvat Purkil gjørdi. Tað kavaði, meðan hann gekk fet fyri fet yvir tí hvítu skógargøtuni, og hann roknaði við at finna Purkil sitandi við fótunum fram móti eldinum at verma sær tærnar. Men bilsin var hann, tá hann sá, at hurðin stóð opin, og meira hann hugdi inn, meira var Purkil ikki inni. ”Hann er úti,” segði Pumm keddur. ”Tað er tað, hann er. Hann er ikki inni. Eg má heldur spáka mær ein hugsitúr fyri meg sjálvan. Dekan fari!”

Men fyrst hugsaði hann, at hann skuldi banka ordiliga hart, bara so hann skuldi vita heilt fyri vist – og meðan hann bíðaði eftir, at Purkil ikki skuldi svara, hoppaði hann upp og niður fyri at halda seg heitan, og tá fekk hann knappliga eitt lag inn í høvdið. Hann helt tað vera eitt gott lag, sum væl kundi syngjast fyri øðrum:


Tað kavar her

(tralula-lei)

og kavin ger

(tralula-lei)

at meira er

av kava.

Og eingin sær

(tralula-lei)

at kaldar tær

(tralula-lei)

er kalt hjá mær

at hava.


”So tað, eg fari at gera,” segði Pumm, ”tað er, at eg fari heim at vita, hvat klokkan er, og kanska fari eg at fáa mær turriklæði um hálsin, og so fari eg at vitja Asnar at syngja lagið fyri honum.”


(Palli Pumm og húsið í Pumsarlág, A.A. Milne, Gunnar Hoydal týddi, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2005)

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page