top of page

- Børn skulu takast í álvara

19.01.21

Í sambandi við lesivikuna á Skúlanum á Giljanesi fekk skúlin vitjan av Mikkjali Thomassen, fótbóltsvenjara. Hóast fleiri týdningarmiklar dystir í kalendaranum, valdi hann at taka av innbjóðingini. – Børn skulu takast í álvara, sigur venjarin.


Fyrr í heyst hevði Føroyar lesa eina samrøðu við Mikkjal Thomassen, fótbóltsvenjara hjá Kí. Samrøðan um hansara lesivanar vakti ans, og seinni á heysti var hann boðin at halda tvey upplegg á Skúlanum á Giljanesi um týdningin av at lesa.

- Eg ivaðist ikki. Tað fyrsta, eg gjørdi, var at spyrja spælararnar hjá Kí um teirra fyrstu lesiupplivingar, og hvørja bók, teir mintust best. Jóannes Bjartalíð nevndi Kalt blóð og Jákup Andreassen fortaldi, at honum hevði dámdi best Herviliga Henry.

Mikkjal er vanur við at hava framløgur fyri virkjum, leiðarum, felagsskøpum o.ø., og framløgan fyri næmingunum skuldi ikki vera øðrvísi.

- Eg brúki langa tíð uppá á fyrireika fyrilestrar, og tað gjørdi eg eisini við hendan fyrilesturin. Børn skulu takast í álvara.

Við kanningini av lesivanum og upplivingum hjá leikarunum hjá Kí, bygdi hann upp eina hugleiðing um týdningin at lesa saman við børnunum.

- Tey sótu pinnastill og lurtaðu og vóru eisini interaktiv og áhugaði í at tosa um bøkur og at lesa. Eg brúkti eisini eina anekdotu frá Ronaldo, ið hevur fortalt, at hann sum blaðungur dagliga fór inn til ein av sínum hjálparvenjarum fyri at biðja hann um at læra seg nakað nýtt. Tað er tað sama við lesing. Ert tú forvitin? Vilt tú læra nakað nýtt? So er at lesa, líka sum leikararnir hjá Kí hvønn dag skulu venja fyri at gerast betri og kunna læra nakað nýtt. Og so royndi eg at vísa teimum á tað góða í altíð at hava eina bók hjá sær. Tað var ein kempiuppliving fyri meg.

Kalendarin hjá venjaranum var tó alt annað enn tómur. Kí hevði fleiri tættar og avgerandi dystir at avgreiða í somu viku.

- Eg kenni meg priviligeraðan at hava tað starvið, sum eg havi, og at vera við í toppinum av føroyskum fótbólti. Fótbóltur er størsta ítróttargrein í heiminum, og vit hava so nógv børn, sum spæla fótbólt, so tað er okkara skylda at nýta okkara støðu til at gera nakað gott.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page