top of page

10 kvinnusøgur

08.03.24

Tað er 8. mars og Altjóða kvinnudagur. Ein dagur, har vit seta javnstøðu á breddan og minnast kvinnurnar, ið hava stríðst fyri javnrættindum. Eisini í bókmentunum finna vit hópin av djørvum gentum, sum eru fyrimyndir fyri onnur. Vit hava savnað saman 10 søgur um fyrimyndarligar kvinnur og gentur.



”Var tað ikki fyri Hermione, hevði Harry Potter ikki yvirlivað fyrstu bókina”, var tað ein genta, sum eina ferð skrivaði. Hermione er vís og djørv og hevur mangan bjargað dreingjunum báðum, tá teir eru komnir sær í óføri. Men sterkast er tríeinigheitin, tá tey øll standa saman og hjálpast at.


Les eisini: Pápar: Lesið við børnunum


Í bókmentunum finna vit hópin av søgum um gentur og kvinnur, ið so ella so eru fyrimyndir fyri onnur. Tær hava kanska fingið harðar lagnur, og hava verið fyri ógvisligum óættvísi. Tær hava ikki havt somu rættindi, sum brøður sínir, ella tær hava verið tvungnar at giftst við onkrum, tær ikki hava valt. Tær eru farnar ímóti streyminum í truplum tíðum, hava tikið ábyrgd, tá onnur hava hildið seg burturi. Tær hava kanska nokta at gingið í kjóla ella sett sítt lív í váða fyri at sleppa í skúla. Og ikki at gloyma tær kvinnur, ið siga søgurnar.


Í myndasavninum niðan fyri finnur tú íblástur til 10 góðar søgur um kvinnur í ymsum aldri. Søgurnar eru um tær, sum hava slóðað fyri - tað veri seg ímyndaðar sum livaðar søgur. 


Góðan Altjóða kvinnudag. 


Les eisini: Sólgrátur: Um at vera ættleidd, rasismu og sálarheilsu

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page