Grundhugskotið í bókini, sum er at lata stavraðið "svimja", ger lesingina til eina sansaliga og aktiva uppliving.Myndprýðingarnar hjá Anniku Øyrabø eru litríkar og fullar av humori. Tær forleinga orðaspælið í bókini til ein líka spælandi myndaheim.
Tað eru nógvir fyrimunir við at lesa fyri børnunum. Nærvera, málmenning, orðfeingi, lesigleði og evnini at síggja heimin úr ymsum sjónarhornum. Her fært tú seks góðar orsøkir til at lesa fyri tínum smáu og stóru børnum.