Hvussu fáa vit lesing inn á skúlarnar?
24.11.20
Mikudagin 11. november vóru 38 skúlabókavørðir og lærarar, sum arbeiða á skúlabókasøvnum, savnaðir til kveikingardag. Flest øll skúlabókasøvn vóru umboðað.
Endamálið við degnum var at umrøða leiklutin hjá skúlabókasøvnunum at varpa ljós á týdningin av, at allir næmingar ogna sær góðan lesiførleika. Eisini var umrøtt, hvussu skúlabókasøvnini kunnu skipa fyri lesifremjandi átøkum á einstøku skúlunum.
Lydia Didriksen, námslektari, hevði framløgu um lesivanakanningina frá 2018 um lesivanar hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokkum. Sum kunnugt vísir úrslitið av kanningini, at føroyskir næmingar lesa minni og minni, eisini um borið verður saman við danskar næmingar í sama aldri. Gransking vísir, at næmingar, sum lesa lítið, kunnu fáa avmarkað orðfeingi, og tí kunnu fáa stórar avbjóðingar, tá tey skulu nema sær útbúgving ella at fáa eitt arbeiði.
Les eisini: Hvussu fáa vit ung at lesa meira?
Framløgan gav íblástur til áhugavert kjak um, hvussu støðan er, og hvat kann gerast fyri at stimbra lesihugin hjá næmingunum og økja tilvitanina um týdningin av at duga at lesa raðið.
Burturúr hugaroki, bólkaarbeiði og orðaskifti kom ein rúgva av ítøkiligum hugskotum um, hvussu skúlabókasavnið kann gerast sjónligari á skúlanum, hvussu skipað kann verða fyri ymiskum lesifremjandi átøkum, hvussu skúlabókasavnið kann skapa størri ans fyri lesihugi, lesigleði og lesiupplivinum við fjølbroyttum átøkum, og hvussu skúlabókasavnið kann verða ein enn meiri týðandi partur av vanliga undirvísingarvirkseminum í skúlanum.
Eisini kom fram, hvussu týdningarmiklir karmarnir um skúlabókasavnið eru. Tað er umráðandi fyri áhugan hjá næminginum at vitja bókasavnið, at innrættingin er tíðarhóskandi. Tað skal vera møguleiki fyri, at næmingar kunnu sita og lesa og/ella arbeiða í hugnaligum, friðarligum og væl innrættaðum hølum.
Les eisini: Manglar tær ein lesibólk?
Skúlabókavørðir, lærarar og foreldur eru bindilið millum bókina og lesaran, og tí er tað umráðandi, at skúlabókavørðirnir eru væl skúlaðir og tilvitaðir um uppgávuna at vegleiða næmingar og lærarar at finna røttu bókina, at kunna um bøkur og tilfar og at stimbra lesihugin. Tey, sum í dag arbeiða á skúlabókasøvnunum, hava ikki øll útbúgving sum skúlabókavørðir. Seinast skipað varð fyri útbúgving var í 2000. Tað er tí átrokandi, at ein eftirútbúgving fyri skúlabókavørðir verður skipað.
Samanumtikið var tað ein góður og gevandi dagur við lívligum og jaligum orðaskifti og nógvum áhugaverdum hugskotum um, hvussu skúlabókavørðir kunnu kveikja undir og stimbra lesihugin hjá øllum, ið hava sín gerandisdag í fólkaskúlanum.