top of page

Lesið fyri børnunum

12.09.21

At lesa fyri og saman við børnum styrkir barnið á fleiri økjum. Tí valdi Føroyar lesa at varpa ljós á børn og lesing á Mentanarnáttini í Havn. At lesa fyri børnum kann eisini vera ein hjálp, tá eitt nú sjúka rakar familjuna.


Fríggjadagin var Mentanarnátt í Havn. Í tí sambandi skipaði Føroyar lesa saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags, Tjóðpallinum og H. N. Jacobsens bókhandli fyri upplestri og bókaframløgu.


Á Tjóðpallinum lósu Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Laura Joensen fyri børnunum. Tey lósu um Bukkarnar Brúsa, Haruungan Nelus. Meira ferð, Mamma Mu og Dinosauravinirnar. Tríggir upplestrar vóru fyri børnunum, sum vóru væl vitjaðar av dagstovnum, forskúlum og smábarnafamiljum.

Í H. N. Jacobsens bókahandli var aftasta rúmið ruddað fyri at geva rúm fyri bókaframløgu og upplestri fyri børnum. Har var tað læknin og rithøvundin, Elsubeth M. Fossádal, sum las úr bók síni, Alva og Lias.


Tað er ongin sjálvfylgja, at vaksin lesa fyri børnum, og tó átti tað at verið ein menniskjarættur, tí tað ger barninum so væl.

- Sum vit so ofta hava víst á, er tað ómetaliga týdningarmikið at lesa fyri børnum. Tað styrkir børnini málsliga og fatanarliga, tey læra hugtøk, og tey fáa styrkt síni innlivingarevni, tá tað kemur til at seta seg inn í støður og kenslur hjá øðrum. Tey læra at sita still og lurta, at seta spurningar o.s.fr., og harafturat vísa kanningar, at tey orðríkastu børnini klára seg betri í skúlanum.


Les eisini: Børn skulu takast í álvara


Ein søga kann hjálpa barninum at eta orð á

Og so er tað jú eisini tann hugnaliga løtan og samveran við barnið, sum kanska meir enn nakrantíð er so týdningarmikil í júst okkara tíð. At lesa hart fyri barninum kann hjálpa barninum við at seta orð á kenslur og upplivingar, sum barnið annars hevur trupult við at seta orð á. Tí var framløgan av bókini Abbi og eg og abbi eitt kærkomið tiltak hjá Føroyar lesa at luttaka í. 


Abbi og eg og abbi snýr seg um smádrongin, sum eygleiðir, hvussu abbin er farin at gloyma, og hann skilur ikki, hví abbin ger so nógv løgið. Bókina hevur Dánial Hoydal skrivað, og í sambandi við framløguna, greiddi hann frá arbeiðnum við bókini og egnum upplivingum av Alzheimer sjúkuni. Tá pápi hansara gjørdist sjúkur av Alzheimer, saknaði hann íblástur til at tosa við børn um sjúkuna, og úr hesum spratt hugskotið til Abbi og eg og abbi. Ein vøkur og sigandi bók, sum er í ferð við at seta sølumet millum føroyskar barnabøkur.


Harafturat var Ann Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, til staðar og greiddi frá, hvussu demensur rakar familjuna.

- Avvarðandi at fólki við demensi eru ofta slept uppá fjall, og tí er barnatilfar sum Abbi og eg og abbi eitt gott og hent amboð til at lata upp fyri truplu samrøðuni, sum tey avvarðandi ofta standa í, segði hon millum annað um bókina.


Føroyar lesa takkar fyri stóra áhugan og undirtøkuna fyri tiltøkunum ísv. ársins Mentanarnátt. 

Minnist til at lesa, ikki minst fyri børnunum.


Sí myndir frá okkara tiltøkum við at blaða í gallarínum niðanfyri.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page