top of page

Lesiárið, ið fór

05.01.23

2022 var eitt spennandi lesiár, har vit m.a. settu luppin á ungdómsbókmentir, tóku eitt tak fyri at seta ferð á lesingina í fólkaskúlanum og gjørdust partur av spennandi samstarvi um myndabøkur. Vit hava hugt aftur á eitt hendingaríkt lesiár.


Tað er við nøgdsemi, vit kunnu líta aftur á 2022. Tá hugsað verður um, at vit eru eitt átak við avmarkaðari fígging og harvið avmarkaðari arbeiðsorku, kann tað ofta tykjast ivasamt, hvønn mun okkara arbeiði ger. Hyggja vit tó nærri at virkseminum fyri árið, kunnu vit vera heilt væl nøgd við avrikslistan.


Árið byrjaði við sera stórum áhuga fyri einum sonnum klassikara, tá tað kemur til føroyskar krimibøkur. Tað var nevniliga sjónvarpsrøðin TROM, sum byggir á krimibøkurnar um Hannis Martinsson, ið Jógvan Isaksen er  upphavsmaður at. Sjónvarpsrøðin hevði við sær, at áhugin fyri bókunum kyknaði av nýggjum, og fyri nógvar krimifjepparar var tað ein stór uppliving at síggja eina tulking av søgunum á skíggjanum, sum hevði nógv kjak við sær.


Les eisini: Sólgrátur - ein ungdómsbók um rasismu, ættleiðing og sálarheilsu 


Aftur í ár hátíðarhildu vit móðurmálsdagin saman við Málráðnum og skipaðu fyri kahootkapping. Hugskotið til kahootkapping um móðurmálið var eitt hugskot hjá Málráðnum, og sum vit í felag hava samskipað seinastu tvey árini. Kahoot um móðurmálið hevur víst seg at vera sera væl umtókt, bæði millum skúlanæmingar og einstaklingar. 


Í vár vóru vit og vitjaðu Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, har vit lótu deildini nýggjar bøkur til bókasavnið. Barnadeildin tekur ímóti børnum í øllum aldri heilt upp til og við 17 ár. Tískil er tað ofta ein avbjóðing at hava viðkomandi lesitilfar til øll børn, sum gjøgnum árið verða innløgd á deildina. Hetta ynsktu vit at gera nakað við og fóru tí í samstarvi við forløgini Ungu Føroyar og Bókadeild Føroyar Lærarafelags undir at savna viðkomandi bøkur til deildina. Fyri at styrkja um lesihugin hjá ungum, er tað av týdningi, at málbólkurin hevur tilfar at lesa, sum lesarin kann spegla sær í. Tí vilja vit stremba ímóti at náa øllum stovnum, ið vara av børnum og ungum og royna at tryggja teimum viðkomandi lesitilfar.


Les eisini: Á vitjan á Barnadeildini


Í vár luttóku vit á mentanarnáttunum í Runavík og í Havn. Á Bókasavninum við Løkin luttóku vit við samrøðu við yrkjararnar Lív Róadóttir Jæger og Rannvá Holm Mortensen. Á mentanarnáttini í Havn stóðu vit fyri áhugaverdum orðaskifti millum ung um ungdómsbókmentir. Vertinnurnar á væl umtóktu útvarpssendingini Gentuvesið vóru vertir fyri orðaskiftinum, og nógv áhugavert kom fram. Ein frálík løta á Tjóðpallinum við lívligum áhoyrarum, har týdningurin av viðkomandi bókmentum til ung enn eina ferð varð staðfestur.


Eitt serligt fokus hevur verið á bókmentir til tey yngru í ár. Í vár gjørdist Føroyar lesa partur av norðurlendska átakinum Bókaslúkurin, sum hevur til endamáls at styrkja áhugan fyri myndabókum og soleiðis at styrkja sambandið millum norðurlond. Tað verður gjørt við, at umboðini, sum koma úr øllum norðurlondum, arbeiða saman í bólkum fyri at gera arbeiðstilfar til myndabøkur, ið hava verið í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Arbeiðstilfarið verður síðani týtt til tey flestu norðurlendsku málini. Hetta er í tráð við arbeiðið, sum frammanundan verður gjørt á Námi, og hildu vit tískil hetta vera eitt áhugavert samstarv fyri Føroyar lesa. Átakið hevur verið væl móttikið, og vit gleða okkum til at bjóða enn meiri tilfar til myndabøkur.


Les eisini: Soleiðis kunnu vit eisini tosa um myndabøkur


Sum eina roynd at styrkja lesingina hjá næmingum í miðdeild hava vit fingið í lag føroyskt tilfar til lesiskeið til miðdeild í fólkaskúlanum. Lesivanakanningar bæði her heima og uttanlands staðfesta ferð eftir ferð, at okkara børn og ungu lesa ov lítið, orðfeingið er ov lítið, og áhugin er at kalla eingin. Tí hava vit fingið í lag at týða Flydende læsning i praksis eftir Gertrud Brandt, sum Pálin Olsen hevur týtt til Kom og les raðið. Hetta eru úrslitagóðar lesivenjingar, sum styrkja næmingin í lesingini og sum kann kveikja lesihugin hjá næminginum. Mannagongdin er, at lærarar yvir ávís tíðarskeið í skúlaárinum hava lesivenjingar sum part av vanligu undirvísingini, sum inniber venjing í upplestri, parlesing, innantanna lesing og øðrum. Úrslitini tala fyri seg. Eftir lokin skeið er lesiferðin økt, lesihugurin millum næmingarnar er styrktur, og afturmeldingarnar frá lærarunum eru jaligar. Hetta er eitt átak, sum vit gleða okkum at halda fram við í komandi ári, og vit gleðast um áhugan fyri skeiðnum millum føroysku fólkaskúlalærarnar.


Í heyst luttók Føroyar lesa á Læraradøgum og á Bókadøgum, har stórur áhugi var fyri Bókaslúkinum og lesiátakinum Kom og les raðið við Pálin Olsen. Ísv. Bókadagar høvdu vit eitt framúr væl eydnað tiltak, ið tók støði í Abbi og eg og abbi eftir Dánial Hoydal og myndprýðing hjá Anniku Øyrabø. Bókin hevur fingið sera nógva umrøðu og er ein væl eydnað barnabók, sum viðgerð demens í barnahædd. Í samstarvi við ráðgevingina í handaverk og list innrættaðu vit eina stovu, sum hon var myndprýdd í bókini. Her búði abbin, sum var farin at gloyma, og tá søgan var lisin, og vit høvdu tosað við børnini um at gloyma, sluppu børnini at hyggja seg um og leita eftir lutum, sum abbin hevði lagt frá sær á løgnum støðum.


Les eisini: Elin Michelsen um Rimarúmið


Vit gleðast yvir øll lesiátøk, sum síggja dagsins ljós. Eitt, sum er sera gleðiligt fyri okkara arbeiðið, er Bókaklubbin hjá Góðan morgun Føroyar, sum er eitt sera gott tiltak, og sum vit vóna fer at halda fram. Vit ynskja at nýta eitthvørt høvi at eggja øllum til at lesa, og at lesa saman og at tosa um bøkur, er nakað, ið kann birta áhugan hjá fleiri fyri at lesa. Eitt nú kann lív aftur birtast í bók, sum kanska ikki er aktuell júst nú, sum vit sóu við TROM og bókunum eftir Jógvan Isaksen.


Vit rundaðu árið av við eini adventskapping um bókaútgávur í 2022. Undirtøkan var stór, og vit vilja nýta høvið at takka øllum tykkum, sum luttóku og sum gjøgnum árið hava svarað, viðmerkt, luttikið í átøkum og eru komin við góðum ráðum til lesing. Okkara mál fyri 2023 er at halda fram við at varpa ljós á lesing. Føroyar lesa fer inn í nýggja árið sum nýtt umboð fyri Føroyar í Norðurlendsku bókasavnsvikuni og hópin av øðrum spennandi verkætlanum.


Takk fyri í ár og gott nýggjár, allir lesarar.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page