Bøkur til barnadeildina

27.03.22

Í farnu viku vóru vit framvið á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Orsøkin til vitjanina var at handa deildini bøkur til ungu sjúklingarnar, ið kunnu vera innlagdir í drúgv tíðarskeið.


Øll børn skulu hava atgongd til bøkur. Tað er aðalmálið hjá Føroyar lesa, og tí er tað sjálvsagt, at børn, ið verða innløgd á Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, hava góðar og viðkomandi bøkur at stytta sær stundir við.


Í farnu viku vóru vit framvið á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum við tveimum fullum eskjum av bókum. Orsøkin var, at vit fyri stuttum vórðu gjørd varug við, at úrvalið av bókum til børn og serliga ung, kundi verið betri. Tí gjørdi arbeiðsbólkurin handan Føroyar lesa av at savna saman eitt úrval av viðkomandi bókum til børn og ung.


- Á deildini hjá okkum taka vit ímóti sjúklingum heilt upp til og við 17 ár, og tí er spennið í teirra áhugamálum øgiliga stórt, greiðir Herdis Ludvig, leiðari fyri Barnadeildina, frá.


Føroyar lesa er átak, sum er sett í verðina fyri at stimbra lesing og lesihug millum allar føroyingar, og tí er tað ein sjálvsøgd uppgáva fyri okkum at tryggja viðkomandi bøkur til børn og ung, sum liggja innløgd á Barnadeildini.


Herdis Ludvig sigur, at starvsfólkini á Barnadeildini fara at gera sítt ítarsta til at eggja sjúklingunum til at seta seg við einari bók. Tað kann kennast drúgt hjá teimum ungu at vera innløgd, og vónandi kunnu bøkurnar stytta um bíðitíðina.


Á myndini síggjast umboð fyri barnadeildina, ið tóku ímóti bókagávuni: Bjarta av Húsabrúgv og Halla Durhuus, sjúkrarøktarfrøðingar, og Eilen Anthoniussen, samskipari fyri Føroyar lesa.


Bøkurnar, ið vóru latnar Barnadeildini, vóru latnar av forløgunum Ungu Føroyar og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo