Um at vera ættleidd, rasismu og sálarheilsu

01.05.22

Aud er 15 ár og ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini. Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Fyrsta ungdómsbókin eftir Ingun Christen er júst útkomin, og ber heitið Sólgrátur.


Hvaðani kom hugskotið til Sólgrátur?

Tað er ein góður spurningur ... hvaðani koma hugskot í veruleikanum frá? Tað er kanska ein blandingur av øllum møguligum – millum annað sovorðið tú hoyrir, lesur, sær, upplivir og so framvegis, og sum verður goymt í undirvitskuni. Tað liggur kanska og bryggjar ella kókar og kemur so fram sum ymisk hugskot. Evnið, ættleiðing, var tað fyrsta, ið kom til mín í sambandi við hesa bókina. Møguliga tí, at vit í dag hava fleiri ættleidd børn, eisini í Føroyum, ið koma alla møguliga staðni frá. Eg helt tað vera bæði eitt áhugavert og spennandi evni, tí har er so nógv ymiskt, tú kanst kava niður í sum høvundur og skriva um.

Tá ið eg var liðug við at skriva Húsfrúgvin í Húsavík, sum var tann fjórða bókin, eg skrivaði grundað á søgn, hevði eg hug at fara undir okkurt annað, sum ikki hevði við søgn at gera.


Tú hevur skrivað í nógv ár og bæði bøkur til børn og vaksin. Við hesi nýggju ungdómsskaldsøgu hevur tú givið út tólv bøkur síðani 2010, men ongantíð fyrr eina ungdómsbók. Hvussu ber tað til, at tú nú hevur skrivað eina ungdómsbók?

Hjá mær er tað altíð hugskotið, sum drívur verkið, um tað er til børn, ung ella vaksin. Er okkurt, sum eg haldi vera spennandi at skriva um, so dyrki eg so at siga hugskotið, eins og eitt urtagarðsfólk dyrkar ein hava, og so sprettur ymiskt fram. Akkurát í hesum førinum ætlaði eg í byrjanini at skriva til ein yngri málbólk. Men nokk so skjótt kom eg eftir, at málbólkurin mátti vera eldri, tí eg ynskti at geva bókini bit og grava meira í dýpdina við teimum ymisku evnunum, sum umframt ættleiðing eisini fevna um rasismu, happing, sálarheilsu og annað.


Er nakar munur fyri teg á at skriva til ávikavist børn, ung og vaksin?

Í mínum hugaheimi er ein søga ein søga, líkamikið hvønn aldursbólk hon er til. Men alt eftir hvønn aldursbólk tú skrivar til, er sjálvandi munur á skrivihátti og, hvussu djúpt tú gravar niður í eitt evni. Er málbólkurin ung/vaksin kanst tú fara meira inn í tankanetið hjá persónunum, grava djypri, og tað nýtist ikki at henda okkurt alla tíðina. Skrivar tú til børn, skal helst okkurt (spennandi) henda við jøvnum millumbili, ella missa tey skjótt áhugan.


Sólgrátur viðger trupul evni sum sálarheilsu og nethapping. Hvussu ber tað til, at tú hevur valt at skriva um júst hetta?

Í byrjanini var tað sum nevnt evnið ættleiðing, sum eg fekk hugskotið til, tí eg haldi, at tað er eitt forvitnisligt evni, sum eg ikki haldi er viðgjørt tað stóra í føroyskum barna- og ungdómsbókmentum yvirhøvur. Har eru nógvir spennandi spurningar at viðgera. Til dømis, hvussu kennist tað at vera ættleidd/ur? Hvussu er tað at vaksa upp í einum samfelag, har tú kanska hevur ein annan húðarlit enn fleirtalið? Hevur ein øðrvísi húðarlitur ella útsjónd ávirkan á, hvussu tú verður viðfarin, ella er tað nakað, sum fólk ikki hugsa um? Og sum tað oftani er, tá ið mann dyrkar hugskot og byrjar at skriva, so sprettur ymiskt annað fram í skrivigongdini. Søgan fær á ein hátt sítt egna lív, og soleiðis var tað eisini við hesari bókini, so ymisk onnur evni vórðu flættað uppí, meðan eg sat og skrivaði.


Bókin er tó ikki bara døpur – er tað nakað, sum tú hevur lagt teg eftir?

Eg veit ikki – bæði og. Lívið er jú ein blandingur av øllum møguligum, bæði tí dapra, lætta og øllum tí, ið liggur harímillum. Eg legði meg í hvussu er eftir at skriva eina bók, sum vónandi virkar trúlig, og har málbólkurin kennir seg aftur í hvussu er í nøkrum av teimum evnunum, sum koma fyri.


Hvussu kennist tað at vera liðug við bókina?

Tað kennist eitt sindur sum at sleppa sínum barni leysum – nú skal tað klára seg sjálvt. Í byrjanini hevur tú næstan hug til at hava sela á, so tú hevur tamarhald á, hvat hendir við tí. Men nú havi eg slept. Bókin er so at siga farin á flog og fær nú sítt egna lív.


Hvat verður tað næsta, tú fert í holt við at skriva?

Har eri eg ógvuliga hulin. Tað er ongantíð nakað, eg rópi hart um. Tað verður hildið rættiliga tætt inn at kroppinum, til tað vónandi kemur út í bókaformi.


Bókadeild Føroyar Lærarafelags gevur Sólgrátur út. Í sambandi við útgávuna verður serligt bókatiltak í Reinsarínum í annaðkvøld klokkan 20.