Huldufólkini hava altíð verið har

17.11.22

Elin Michelsen hevur altíð lisið nógv fantasy, og í fjør gav hon út sína fyrstu skaldsøgu í fantasyungdómsrøðini um Tóru, sum er bygd á sagnirnar um huldufólk í Føroyum. Onnur bók í tríverkinum, Vanvarði, er júst útkomin. Vit hava prátað við Elina um at skapa eitt fiktivt univers rundan um huldur, og hvaðani íblásturin er komin.


Hvaðani kom hugskotið til dulda heimin við huldufólkum?

Tað kennist næstan, sum er tað ikki eitt hugskot, sum er komið nakrastaðni frá, tí tey hava altíð verið har – huldufólkini. Tey manglaðu bara onkran, sum kundi siga teirra søgu, og tað bleiv so eg, sum slapp at siga frá júst hesum partinum, tí søgan er jú nógv eldri og fevnir um nógv meira enn júst søguna um Tóru og hini ungu fólkini í skúlanum.


Les eisini: Hvat nú, um eg fann eina beinagrind?


Lesarin fær ikki nógv at vita um Tóru, men vit vita alla tíð, at hon er nakað heilt serligt. Hvussu hevði tú lýst karakterin Tóru?

Eg haldi ikki, at Tóra heldur so nógv um seg sjálva, tí hon veit ikki, hvør hon er. Hon kennir ikki síni foreldur og ei heldur sítt upphav, fyrr enn hon finnur út av, at hon er hulda. So hvørt sum hennara gávur mennast, so ger hon tað eisini og byrjar at trúgva meira upp á seg sjálva, uttan at hon sjálv varnast tað.

Tóra er so sera kul, haldi eg, tí hon er rættvís og djørv og ein so góður vinur, tá hon sleppur.


Tú hevur havt áhuga fyri fantasybókum, síðan tú vart barn. Hevur tú eisini altíð havt áhuga fyri huldufólkum og øðrum føroyskum sagnverum?

Eg veit ikki, um eg havi havt so stóran áhuga fyri teimum akkurát, men eg ræddist tey illa, tá eg var yngri (og eldri), og skuldi ganga úti í myrkri. Eg var vís í, at eg hoyrdi onkran ella sá okkurt, har einki átti at vera, so á onkran hátt hava hesar sagnverur livað í mínum góða hugflogi alt mítt lív. Kanska merki eg tey mest í mjørkanum, tá ljóð eru doyvd og tú sært uttan at síggja, tí har kann hvat sum helst goyma seg.


Les eisini: Hvat er YA-skaldskapur?


Finnur Tóra nakrantíð út av, hvat hendi tann mikudagin, sum er púra burtur úr minninum, tá hon fann út av, at hon var huldufólk?

Tað er ein góður spurningur. Eg haldi, at tað veldst eitt sindur um, hvørt Tóra vil vita tað ella ikki. Á aðrari síðuni vil hon fegin vita tað, men eg haldi, at tað ynski javnvigar við óttanum fyri tí, sum hendi tann dagin. Tað einasta, hon minnist, eru armystivlar og blóð, so eg skilji hana væl, um hon aftrar seg.


Rimarúmið endar, tá spenningurin er í hæddini, hvat kann lesarin gleða seg til í Vanvarða?

Í Rimarúminum hitta vit øll fólkini og koma at kenna tey eitt sindur. Í Vanvarða snýr tað seg ikki so nógv um hvørji fólkini eru, men heldur um tað, tey gera, so nú hendir kanska meira enn áðrenn. Men sjálvandi er onkur nýggjur og spennandi persónur við eisini. Og kanska eg eri eitt sindur droy, men eg haldi altso, at Vanvarði endar enn meira spennandi enn Rimarúmið.


Les eisini: Hvussu vit ung at lesa?

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo