Føroyingar lesa
Hvat lesa føroyingar beint nú? Hvørjar bøkur liggja á náttborðinum, og hvør er næsta bókin á ynskilistanum? Vit práta við fólk um lesing og bøkur.
lesivanar, lesing
Bjarni Arge
- Mær dámar væl at seta spurnartekin við konformu tilveruna, og tað er nokk eisini tað, eg leiti eftir í eini bók. Hví eru vit, sum vit eru? Hvat er vakurt við tí, og hvat er ivasamt við tí?

Lesiprei, Bókaprei
Dania O. Tausen
- Tann bókin gjørdi okkurt við meg, tí hon var so erlig um umstøður, eg slett ikki kendi til. Var speisk og stuttlig, við góðum eygleiðingum av vanliga føroyinginum - og samstundis øgiliga stinn í sínum søgufrágreiðingum um álvarsligar trupulleikar.

Lesiprei, Bókaprei, Lesarin
Arnfríð Lützen
- Ein sera innilig, rørandi og væl skrivað bók. Eg havi arbeitt sum hjálparfólk á eini demensdeild í nøkur ár, og har vóru nógv ting, sum eg kendi aftur frá arbeiðnum. Eg má siga, at tá feldi eg nøkur tár.

Lesiprei, Bókaprei
Mikkjal Thomassen
- Vit lesa viðhvørt, meðan familjan etur morgunmat, og so lesa vit ofta um kvøldið, áðrenn vit fara í song. Hetta eru fyri meg nakrar av bestu løtunum gjøgnum vikuna. Tað kemur ein friður á, tá vit eru saman á hendan hátt.

lesing, lesivanar
Livar Nysted
- Eg havi upplivað rættiliga nógv á hesum túrum. Á seinasta túri vórðu vit álopnir av einum stórum hvítum hávi, ið mundi gjørt enda á okkum. Á túrinum í Norðuratlanshavinum varð eg slongdur fyri borð, tá báturin holvdist í ódnarveðri. Eg havi sæð trøllvaksnar menn gráta av ræðslu, tí teir hildu, at teirra seinasta løta var komin.

lesiprei
Hansina Iversen
- Mær dámar eisini sera væl at lesa yrkingar. Yrkingar eru onkuntíð sum abstraktir málningar, stórar frásagnir, sjálvt um tær kanska bara eru 4 linjur langar. Yrkingar siga okkurt, sum er øgiliga konsentrerað og presist, og samstundis kann alt universið lesast millum linjurnar.

Lesarin
Selma Herup
- Eg elski at lesa og at merkja, at eg vitji ein ókendan heim. Og er bókin góð, hendir tað jú heilt av sær sjálvum - ein kann ikki lesa, uttan at verða drigin inn í bókina.

Lesarin
Lena Anderssen
- Við hvítari svintu, flakaknívi, hárneti og oyrabúffum, upplivdi eg skaldskap av hægsta kalibur. Við Heðini Brú í oyratelefoninum gekk tíðin skjótari enn nakrantíð.

Lesiprei, Bókaprei, kom og les
Fía Lindenskov
- Hon gjørdi eitt sera stórt inntrykk á meg. Eg var púra vekk og fekk stóran áhuga í norrønari gudalæru av tí sama. Ein sera góð barna- og ungdómsbók um dirvi og kærleika blandað saman við søgnunum úr norrønu gudalæruni.

Lesarin
Heini í Skorini
- Eg skilji ikki allar millumrokningarnar hjá Hawking, men bókin skapar eina kenslu av at liva mitt í einum stórfingnum, dramatiskum loyndarfullum ævintýrið, sum alheimurin er. The Magic of Reality.

Lesarin
Sólvit E. Nolsø
- Eg havi ein lítlan krók á eini sofu í køkinum, har eg ofta siti og lesi. Tað er sum oftast um kvøldarnar, tá børnini eru løgst, at eg havi tíð at lesa. Tær fáu ferðir mær er unt at vera einsamallur heima, lesi eg eisini.
