top of page

Livar Nysted

02.06.21

Navn: Livar Nysted

Aldur: 50 ár

Starv: Listamaður


Í náttborðinum liggur…

Í løtuni liggur bókin hjá Andreas Mogensen, Min rejse til rummet, á náttborðinum. Hetta er ein spennandi bók um fyrsta danan, sum hevur verið úti í rúmdini.


Eg elski at lesa…

So at siga alt, sum eg lesi í dag, eru bøkur, ið byggja á veruligar hendingar. Bøkur um gamlar rannsóknarferðir bæði á sjógvi og á landi, tá heimurin var væl størri enn í dag, hava mín stóra áhuga. Ofta er høvundurin sjálvur ein av frontfigurunum í frásøgnunum. Bøkur sum South eftir Ernest Shackleton, Adrift eftir Steven Callahan, Rough Passage eftir Tom McClean eru góð dømi um bøkur, sum mær dámar at lesa. Nógvar av hesum bókum eru ótrúliga góðar og spennandi bøkur, og eisini eru fleiri av teimum rættiliga væl skrivaðar. Serliga haldi eg Adrift vera í heimsflokki. Hon er ein av bestu bókunum eg havi lisið


Hevur tú ein yndishøvund?

Tað er ringt at velja ein yndishøvund úr rúgvuni, men Steven Callahan liggur rættiliga ovarlaga saman við Ernest Shackleton. Sjálvur havi eg gjørt fleiri spennandi túrar um høv við árabáti, og ofta hevur nógv staðið á bæði likamliga og sálarliga. Eg havi upplivað rættiliga nógv á hesum túrum. Á seinasta túri vórðu vit álopnir av einum stórum hvítum hávi, ið mundi gjørt enda á okkum. Á túrinum í Norðuratlanshavinum varð eg slongdur fyri borð, tá báturin holvdist í ódnarveðri. Eg havi sæð trøllvaksnar menn gráta av ræðslu, tí teir hildu, at teirra seinasta løta var komin. Á Indiska havinum høvdu vit ein skipara, sum ikki var egnaður til ein slíkan túr. Ferð eftir ferð setti hann okkum í lívshættisligar støður, og endin varð, at hann sjálvur skramblaði saman. Eg var noyddur at gera uppreistur og taka hann av ræði. At taka ein skipara av ræði er rættiliga álvarsligt. Í gomlum døgum vórðu menn, ið gjørdu uppreistur umborð á skipi, skotnir og tveittir fyri borð. Um illa vildi til, so kundi eg vænta mær eina langa fongsulsrevsing, tá vit komu í land í Mauritius. Tíbetur dugdi skiparin sjálvur at síggja, at hann var ikki uppgávuna mentur. Tá vit komu í land, lótu vit sum luft, og einki varð sagt um hendingina. Eg kundi nevnt eina rúgvu av øðrum hendingum.


Eg haldi, at allar hesar upplivingar og hendingar, sum eg havi verið fyri á sjónum, gera meg betri føran fyri at liva meg inn í støður hjá teimum, sum eg lesi um, enn hjá einum, ið ikki hevur uppliva slíkar ógvisligar støður á sjónum. Eisini eru bøkurnar stórur íblástur til tað, eg sjálvur geri. Vóru hesar bøkur ikki til, so ivist eg í, um eg nakrantíð hevði mist land úr eygsjón í einum árabáti.


Eitt, sum mær eisini dámar sera væl, er at lurta eftir ljóðbókum, og tað kann vera hvar sum helst, í bilinum ella í atelierinum. Eg havi eisini lurtað eftir einari bók um ein, sum róði um Atlantshavið, meðan eg sjálvur sat mitt úti á Atlantshavinum í einum lítlum árabáti og róði um sama hav.


Hvør bók stendur á tínum ynskilista?

Tað er serliga ein bók, sum er á ynskilistanum í løtuni, og tað er Kiting The Hurricane. Bókin er um rógvaran Dom Mee, sum eg kenni eitt sindur, og sum løgið nokk eisini er føddur sama dag sum eg. Hann ætlar sær at fara um Atlantshavið í einum lítlum báti. Sum motor í bókini brúkar høvundurin ein dreka, sum virkar sum eitt lítið segl. Hetta lítla seglið hongur í einum enda langt oman fyri bátinum, og síðani letur hann vindin føra seg avstað. Dom Mee endar mitt í einari av ringastu orkanunum, og í langa tíð berjist hann fyri lívinum. Eg kenni eitt sindur til hesa søguna, so tað verður spennandi at lesa bókina.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page