top of page

Hansina Iversen

18.03.21

Navn: Hansina Iversen

Aldur: 54

Starv: Myndlistafólk


Á náttborðinum liggja...

Eg havi onki náttborð, men bøkur liggja runt í húsinum og í atelierinum. Eg lesi mest í atelierinum. Har havi eg nógvar bøkur, serliga um list. Stórar bøkur við nógvum myndum og heilt lítlar bøkur, sum eru so vakrar, at eg mátti eiga tær. Eg eigi nógvar bøkur um list og listafólk.


Eg elski at lesa...

Mær dámar væl at lesa viðtalur við listafólk og bøkur, sum listafólk hava skrivað, tí har fái eg eitt lítið innlit í tankar og meiningar teirra um, hvat hugtekur tey, hvat inspirerar tey, hvat halda tey um at vera listafólk, og hvat halda tey um heimin og samfelagið.

Mær dámar eisini sera væl at lesa yrkingar. Yrkingar eru onkuntíð sum abstraktir málningar, stórar frásagnir, sjálvt um tær kanska bara eru fýra linjur langar. Yrkingar siga okkurt, sum er øgiliga konsentrerað og presist, og samstundis kann alt universið lesast millum linjurnar.


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund?

Ein bók, sum hevur fylgt mær í mong ár, er Selected Writings and Interviews eftir Barnett Newman. Ikki tí at tað er tann størsti skaldskapurin, eg havi lisið nakrantíð, men tí at eg fekk bókina fyri nógvum árum síðan, tá eg royndi at finna út av, hvat málningarnir hjá mær gingu út uppá. Og hansara hugsanir um abstrakt ekspressionistiskt málarí og list yvirhøvur, og týdningin, hann helt, listin hevði fyri fólk, hugtóku meg og útgreinaðu nøkur áhugamál. Síðani havi eg lisið nógvar tankar hjá listafólki, sum eru minst líka áhugaverdir. Bókin liggur altíð frammi, eg blaði í henni av og á, og eri ikki vís í, at eg havi fatað tað heila.

Ein onnur bók, sum eg lesi úr við jøvnum millumbilum, er við tekstum hjá listakvinnuni Agnes Martin. Tað eru yrkingar ella prosayrkingar, sveimandi og avgjørdar hugleiðingar um tíð og rúm - í atelierinum, ímyndi eg mær. Hon skrivar kanska hesar hugleiðingar niður fyri at tøma høvdið, áðrenn hon fer at mála. “Anything is a Mirror”, skrivar hon einastaðni í bókini. Eg brúkti setningin til heitið á framsýning í Listasavni Føroya í 2014.

Tær skaldsøgur, sum mær dámar best, eru tær, ið eru eitt sindur flótandi uppbygdar. Kanska hava forteljingarnar ikki eitt greitt mál, tær hava ikki eina søgugongd við byrjan, millumstigi og enda. Forteljingin gongur meira í ring, ella í allar ættir, og endin er opin, og eg siti eftir við fleiri spurningum, enn tá eg byrjaði.


Hvør bók stendur næst á ynskilistanum?

Eg havi fyri stuttum ognað mær bókina Klinten eftir Jens Smærup Sørensen. Eg gleði meg at taka mær tíðina til at lesa hana. Eg byrjaði, men legði hana frá mær, og nú hevur hon ligið ov leingi og bíðað. Hetta er ikki tí, at byrjanin var keðilig, tvørturímóti. Hetta er bara tí, at eg gevi mær ov lítlar stundir til at lesa skaldsøgur. Ein onnur bók, sum liggur og bíðar, er Hundrað ára einsemi eftir Gabriel García Márquez, týdd til føroyskt av Marionnu Hoydal. Av somu orsøk, sum við fyrru bókini, er orsøkin, at eg ikki havi givið mær stundir til at lesa hana lidna. Eg eri komin í helvt, og hon er sera væl skrivað á føroyskum. Eg dugi ikki spanskt, men havi lisið bókina á donskum fyri nógvum árum síðan.

Tað er ein fragd, at kunna lesa stóran skaldskap á egnum máli. Eg eri tó ikki uppdrigin til at lesa á føroyskum, tí fáar barnabøkur og skúlabøkur vóru á føroyskum, tá eg var barn. Tað er tíbetur frægari í dag. Nú eru rithøvundar, sum skriva til bæði børn og ung í tannárunum, á føroyskum og í føroyskum høpi. Tað er bara gott!

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page