top of page

Heini í Skorini

24.11.20

Navn: Heini í Skorini

Aldur: 37 ár

Starv: Adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya


Á náttborðinum liggja...

Eg mangli seinasta kapittul í bókini Short Answers to the Big Questions eftir vísindamanninum Stephen Hawking. Ein populervísindalig bók til ein breiðan lesaraskara, sum viðger teir allar størstu spurningarnar frá einum náttúruvísindaligum perspektivi. Hevur universið eina byrjan? Kann tað hugsast, at menniskjan kann búleikast á øðrum planetum? Hvat er inni í einum svørtum holi? Fer kunstigur intelligensur at yvirtaka valdið á jørðini? Finst annað lív í universinum? Høvdu vit kunnað ferðast í tíð, um tað bar til at byggja eina maskinu, sum ferðaðist skjótari enn ljósið? Eg skilji ikki allar millumrokningarnar hjá Hawking, men bókin skapar eina kenslu av at liva mitt í einum stórfingnum, dramatiskum loyndarfullum ævintýrið, sum alheimurin er. The Magic of Reality.


Eg elski at lesa...

Allar sjangrur uttan roknskapir, fundarfrásagnir og tóm vallyfti. Eg lesi mest fakbøkur og granskingartilfar, tí tað krevur mítt arbeiði. Men tað merkir tíverri eisini, at eg lesi alt ov fáar skaldsøgur og fagrar bókmentir. Beint nú lesi eg tó dokumentarisku skaldsøguna Det du ikke må vide eftir Birgithe Kosovic. Um at liva ímillum danska og jugoslaviska mentan. Um at hava ein vreiðan og disfunktionellan pápa. Um brostnar vónir og miseydnaða integratión. Um hvussu kríggj og harðskapur verður gróðursett frá ættarliði til ættarlið.


Hvørja bók vilt tú viðmæla?

Mær dámar væl bøkur, sum úr fuglaperspektivi og við breiðum penslastrokum gera eina roynd at viðgera alla søguna hjá mannaættini, t.d. Homo Sapiens: A Brief History of Humankind og Homo Deus: A Brief History of Tomorrow eftir Yuval Noah Harari. Eitt annað dømi er Guns, Germs and Steel eftir Jared Diamond og The End of History and the Last Man eftir Francis Fukuyama. Diamond viðger søguna frá einum materiellum perspektivi, meðan Fukuyama er upptikin av hugmyndum, mentan og teimum metafysisku kreftunum, sum mynda søguna og lívið á jørðini. Thomas Piketty ger tað sama við nýggju bókini Capital and Ideology, sum eg ikki havi lisið enn. Bókin Enlightenment Now eftir Harvard-professaranum Stephen Pinker er eisini ein hugvekjandi, optimistisk mótvekt til allar bøkurnar, sum proklamera heimsins enda. Bjartskygdi boðskapurin er, at heimurin ongantíð hevur verið eitt betri, frælsari og friðarligari stað. Og at menniskjan eisini er før fyri at finna loysnir í mun til veðurlagsbroytingar, umhvørvisdálking og teknologiskar ræðumyndir, sum hómast í horisontinum.


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund?

Afturat omanfyri nevndu havi eg eitt "soft spot" fyri Christopher Hitchens, Samuel Huntington og Kristini í Geil, blaðstjóra á Tingakrossi frá 1901 til 1935.


Hvør bók stendur næst á ynskilistanum?

Eg kundi hugsað mær at farið út á eina oydna oyggj við trýbindsverkinum Tankens magt, sum Frederik Stjernfelt hevur ritstjórnað. Eitt verk um vesturlendska idésøgu úr forna Grikkalandi og fram til 1914. Og fyri at koma niður aftur á jørðina kundi eg hugsað mær at lisið fleiri fótbóltsbøkur, sum eg ongantíð komið til.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page