- Hvat nú, um eg fann eina beinagrind?

11.03.22

Hendan spurningin fekk Rakel Helmsdal fyri nógvum árum síðani, tá hon eitt skifti arbeiddi sum urtagarðskvinna. Hugskotið gjørdist til ungdómsskaldsøguna Kjarr, ið varð útgivin í 2020. Í rithøvundaprátinum hesa ferð greiðir høvundurin frá Kjarr og serliga høvuðspersóninum, Lauru. Hon greiðir eisini frá skrivitilgongdini, og hvussu hon kom fram til, hvør skuldi vísa seg at eiga beinagrindina í Kjarr


Hvaðani fekst tú íblástur til karakterin Lauru? Hvussu hevði tú lýst hana?

Eg fekk hugskotið til søguna, tá eg sum ung arbeiddi sum urtagarðskvinna. Meðan eg gravaði runu upp úr eini djúpari rennu, kom tankin á meg: Hvat nú, um eg fann eina beinagrind? Nógv ár seinni kom eg at búgva nærhendis, har eg hevði havt handan klikkaða tankan, og ein dagin stakk tað uppá meg, at kanska skuldi eg siga søguna um eina unga urtagarðskvinnu, sum veruliga fann eitt skelett.

Eg valdi at lata hana hava sama aldur sum eg, tá eg fekk hugskotið, men síðani mátti eg finna ein persón, har hetta at finna eina beinagrind ikki bara var nakað, sum hon fór til løgregluna við, og so var tað tað. So við og við kom fram hendan unga kvinnan við eini so tungari fortíð, at hon ikki kundi hava álit á nøkrum og tí mátti syrgja fyri øllum einsamøll. Eg havi onki lænt frá mær sjálvari í hesum persóni uttan tíðina og umhvørvið, Laura livir og ferðast í. Eg kendi meg sum eitt ferðafólk í hennara lívi, sum eg var beint við síðuna av uttan at kunna gera annað enn at lýsa, hvat hendi. Eina ferð í søguni havi eg latið meg sjálva sleppa upp í eina heilt stutta senu fyri líkasum at undirskrika, at eg eri beint við síðuna av.


Søgan um Lauru skiftir ímillum at vera ein frásøgn í 3. persóni og at vera dagbókaskriv hjá Lauru í 1. persóni. Hví valdi tú at skriva Kjarr á hendan hátt?

Tað tók mær eina heilt fitta løtu at fáa hetta at rigga. Dagbókina við tekningum visti eg allatíðina, at eg vildi brúka. Laura skuldi sjálv vera til staðar, men at bara skriva í 1. persóni í dagbókastíli avmarkaði meg ov nógv sum frásøgufólk. Tí kom 3. persónsfrásøgufólkið inn; tá er tað høvundurin, sum sigur frá sínum sjónarhorni. Eg stúrdi eina tíð fyri, at tað ikki fór at rigga fyri lesaran at skifta ímillum, men so við og við kendist tað púra flótandi at skriva, og tá riggar tað oftast eisini hjá lesarunum.


Visti tú alla tíð, hvør átti beinagrindina, sum Laura finnur?

Nei, eg visti ikki, hvør beinagrindin var. Eg fór við Lauru á hennara ferð sannførd um, at tað var sirkusklovnurin, og eg var ongantíð meira enn heilt fá fet framman fyri hana, meðan eg skrivaði. Ikki fyrr enn hon var komin til Normandíið visti eg, hvør tað var. Tað var næstan ein líka stórur skelkur fyri meg.


Les eisini: Eg hevði onga kenslu av, um bókin nyttaði nakað sum helst


Í bókini er ein rúgva av vøkrum myndprýðingum eftir Kathrinu Skarðsá. Hvønn týdning hava hesar myndirnar?

Eg ætlaði alla tíðina, at Laura skuldi skriva og tekna hesa søguna. Leingi leitaði eg eftir eini ungari kvinnu, sum hevði hendan sama eginleikan sum Laura, at hon hevði teknað sítt lív, heilt frá hon var lítil. Eg var vís í, at hendan bókin ikki bara kundi myndprýðast sum ein vanlig myndabók – tann, sum teknaði, mátti vera Laura, meðan hon teknaði. Eg spurdi fleiri, men tær takkaðu nei ella hoppaðu frá. Tá Kathrina segði ja og sjálv valdi ikki at lesa bókina, áðrenn hon fór í gongd við at tekna, visti eg, at hetta fór at rigga. Hon valdi sjálv at uppliva at vera Laura. Eg kendi meg satt at siga eitt sindur ónda móti teknaranum, hetta var ikki ein hugnalig søga at vera í. Sum høvundur gjørdi eg sjálvandi tað sama, men tað var hóast alt eg, sum hevði (nøkulunda) tamarhald á søguni og kundi taka avgerðirnar um, hvat skuldi henda. Teknarin mátti bara fylgja søguni eins og Laura.


Tey seinnu árini ert tú sjálv farin at myndprýða tínar bøkur – eitt nú Loftar tú mær? og Reiggjan. Hvør er tín skrivitilgongd, tá tú eisini myndprýðir? Hava myndir altíð verið ein partur av hesi tilgongd?

Tá eg skrivi, eru myndir næstan altíð upprunin til míni hugskot. Mín heili er fyrst og fremst visuellur, og eg síggi fyri mær alt, sum hendir. At eg ikki havi gjørt teknisøgur heldur enn skrivaðar søgur kemst av, at eg ikki havi lært at teknað. Nú læri eg meg. Tað hevur altíð verið ein frustratión, at eg ikki sjálv kundi gera myndirnar, sum eru í mínum høvdi, so tá eg eftir at hava arbeitt við marionettteatri í nøkur ár kom fram á, at eg kundi nýta teknikkir frá teatrinum til at gera myndir, var tað sum ein opinbering. Endiliga kundi eg gera myndirnar, sum hoyrdu til tekstirnar. Tekningarnar til Kjarr hevði eg slett ikki teknikk til enn, so tíbetur var Kathrina har og kundi gera tær nógvar ferðir betri, men bøkurnar Loftar tú mær? og Reiggjan hava verið ótrúliga stuttligar og spennandi at gera, og eg havi fult av hugskotum, sum bíða eftir at verða til. So hvørt eg læri meg meira, fái eg størri frælsi í myndunum. Myndir og teksturin koma hvørt um annað. Eg skrivi og síggi myndirnar fyri mær, skitsi hugskotini og skrivi, hvussu eg ímyndi mær, at myndirnar skulu vera. Tá teksturin er hampuliga liðugur, geri eg figurar og finni út av, hvørjar teknikkir, eg havi hug at brúka.

Til næstu bókina við fyribilsheitinum Toran gongur ætli eg mær at brúka nógv av somu teknikkum og fleiri grafiskar prentteknikkir, sum eg havi lært síðani síðst. Tað er alt eitt spæl við møguleikunum, eg havi.


Les eisini: Hvussu væl kennir tú Manga?