top of page

Takk fyri jólakortið

05.12.24

Seinastu vikurnar hava næmingar og lærarar verið upptiknir av at skriva jólakort við næmingunum. Føroyar lesa hevur samstarvað við Lærarafelagið og Posta um eitt átak um at skriva jólakort. Hugskotið var einfalt: at tríva í aftur ein nærum gloymdan sið frá eini analogari tíð, tá tað var vanligt at senda familjum og vinum eina skrivliga heilsan, tá árið fór at halla. 


Tað er altíð ein kjansur at taka við tílíkum átøkum, tí vit vita, at skúlarnir hava nóg mikið at tríva í sum er. Men nú átakið er av, eru vit ovfarin av góðu móttøkuni, vit hava fingið frá bæði lærarum og næmingum. Á sosialu miðlunum gleðast ommur um fittu jólaheilsanirnar frá teimum smáu, og skúlarnir eru óførir at deila  myndir og hagtøl við jólakortum og skrásetingum av ymsu londunum, jólakortini eru send.


Les eisini: Føroyar skriva jólakort


Eitt annað, ið styrkir okkum í einum tílíkum átaki, er afturmeldingar frá lærarum, sum hava fingið høvi at tosa við næmingarnar um eitt evni, sum er vorðið fremmant fyri børn og ung í dag. Eitt nú er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at næmingar vita, hvat eitt frímerki er. Ein brævbjálvi er fyri summi eitt fremmandaorð, og tað eru langt frá øll, sum kenna sína fulla bústað við t.d. postnumrinum. Alt hetta er partur av at skriva eitt jólakort, sum skal sendast við postinum, og tí hevur átakið havt eitt læringsendamál, sum tað annars ikki verður arbeitt við í gerandisdegnum. 


Les eisini: 8 jólaligar bøkur


Hóast tað at skriva jólakort er fremmant fyri nógvar næmingar, eru allarflestu næmingar farnir við til uppgávuna góðum hugi og hava sent jólaheilsanir til síni kæru bæði heima í Føroyum og úti í stóru verð. Eitt nú hava Skúlatrøð og Fuglafjarðar skúli gjørt hagtøl yvir mongu londini, næmingarnir hava sent postkort. 


Føroyar lesa takkar vegna fyriskipararnar fyri hesa frálíku undirtøku og vóna at kunna endurtaka átakið næsta ár.


Í myndasavninum niðanfyri eru myndir frá Fuglafjarðar skúla, Skúlatrøð og Skúlanum á Fløtum.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page