top of page

8 jólabøkur, sum tú mást lesa í desembur

01.12.20

8. Eitt jólaævintýr

Høvundur: Charles Dickens

Myndprýðari: Robert Innocenti

Týðari: Lena Jacobsen

Aldursbólkur: Umleið 7 ár og uppeftir

Scrooge heldur tað ikki vera neyðugt at hugsa um onnur. Men so fær hann vitjan av andum, sum vísa honum, hvussu menniskju liva. Og so broytir Scrooge hugsan. Hetta er klassiska jólaævintýrið hjá Charles Dickens við vøkrum myndum hjá Roberto Innocenti.


7. Sneisamaður

Høvundur: Julia Donaldson

Myndprýðari: Axel Scheffler

Týðari: Pauli Hansen

Aldursbólkur: Umleið 4-7 ár

Ein dagin, tá ið Sneisamaður fer útum, verður hann førdur langt burtur frá familju síni. Kemur hann heim aftur til jóla? Tíbetur fær hann (óvæntaða) hjálp. Njót hesa rørandi og sermerktu søgu, sum ber upp á rím.


6. Ein vættur fór at ferðast

Høvundur: Julius Christian Gerson

Týðari: Alexandur Kristansen

Myndprýðari: Mette Uldal

Aldursbólkur: Umleið 4 ár og uppeftir

Hetta er ein myndabók gjørd yvir yrkingina um vætturin, sum ferðaðist um allan heim, tí hann vildi hitta verðins størsta mann. Yrkingin eitur á donskum En lille nisse rejste og varð upprunaliga skrivað í 1845.


5. Revur og vættur

Høvundur: Astrid Lindgren

Týðari: Heðin M. Klein

Myndprýðari: Eva Erikson

Aldursbólkur: Umleið 5 ár og uppeftir

Náttin er stjørnuklár, og Mikkjal revur smýgur sær fram til garðin, har menniskjuni búgva. Ikki varnast tey, at hann kemur tøssandi - men tað ger garðvætturin. Spenningur og gandakendur jólahýrur til bæði børn og vaksin!


4. Dukkan Emma

Høvundur: Maria Mørkøre

Aldursbólkur: Umleið 4 ár og uppeftir

Dukkan Emma hevur búð í handlinum hjá Pæturi í fleiri ár, tí eingin ynskir sær hana. Jólini eru aftur í hondum, og Emma hevur lítla og onga vón um at verða keypt hesi jólini. Munnu hesi jólini verða øðrvísi?


3. Pettson fær vitjan á jólum

Høvundur og myndprýðari: Sven Nordqvist

Týðari: Niels Jákup Thomsen

Aldursbólkur: Umleið 4 ár og uppeftir

Pettson og fressurin Findus stákast upp undir jól og hava bert eftir at fella jólatræ og keypa jólamat. Men Pettson dettur og meiðir sær fótin … Hetta høvdu verið eini ræðulig jól, hevði Pettson ikki fingið so fitta vitjan.


2. Snjósystirin

Høvundur: Maja Lunde

Myndprýðari: Lisa Aisato

Týðari: Jákup í Skemmuni

Aldursbólkur: Umleið 7 ár og uppeftir

Snjósystirin er í 24 pørtum og snýr seg um Jóal, sum vanliga gleðir seg til jólaaftan. Tá plagar at vera so hugnaligt, men í ár er alt øðrvísi, tí familjan syrgir. Ikki fyrr enn Jóal hittir Hildigunn, verður hann mintur á, hvussu góð jólini kunnu vera.


1. Haruungin Nelus

Høvundur: Jógvan Edmund á Geilin

Myndprýðari: Napoleon Smith

Aldursbólkur: Umleið 3-6 ár

Hendan øðrvísi vetrarsøgan snýr seg um haruna Nelus, sum býr í eini djúpari holu ovast uppi undir Malarbrúnni í Keldufjalli í Svínoy. Nelusi dámar væl at spæla í kavanum, men ein dagin hendir nakað ógvusligt …

(Eitt stórt PLUSS við bókini: sera vakurt kort av Norðoyggjum og eyka fakta um føroysku haruna).

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page