top of page

Føroyar skriva jólakort

15.11.24

Í vikuni vóru hesi fínu jólakortini latin øllum fólkaskúlum í landinum. Jólakortini er nýggjasta átakið hjá Føroyar lesa, har vit vilja eggja næmingum at senda onkrum eina persónliga jólaheilsan. 


Við átakinum fáa næmingarnir møguleika at gera brúk av fleiri tættum úr undirvísingini s.s. at venja hondskrift, at skipa ein tekst og ikki minst at senda familju ella vinum ein vinaligan tanka, nú jólini stunda til. Tað er somuleiðis ein sannroynd, at tað at skriva og senda brøv er fremmant fyri børn og ung í dag. Tí eru Lærarafelagið og Føroyar lesa farin í samstarv við Posta, Føroya Prent og Jóhan Mortensen við hesum átakinum.


Jólakort, brævbjálvar og frímerki eru koyrd út til allar skúlar. Næmingarnir skriva jólakortini í skúlanum, og 27. novembur koma starvsfólk frá Posta at heinta kortini, sum síðan verða borin út fyrst í desembur.


Allir næmingar í landinum kunnu luttaka í hesum átakinum. Tilsamans eru 7.603 næmingar í fólkaskúlaaldri, og um teir allir skriva tvey jólakort í part, verða heili 15.206 jólaheilsanir bornar út.


Les eisini: Serliga jólaminnið hjá Anniku Øyrabø


Heiðrik á Heygum hevur teknað vakra jólakortið, sum verður sent skúlunum. Øll jólakortini verða send í brævbjálva og eru dupult, og tað merkir, at tað er nokk av plássi til at skriva eina ordiliga góða jólaheilsan. 


Frágreiðing og vegleiðing eru sendar skúlunum, sum lærarar og næmingar kunnu nýta, tá ið teir skriva síni jólakort. Týsdagin 19. november kl. 9. verður tíðindafundur um átakið í hølunum hjá Føroya Lærarafelag. Á tíðindafundinum verður ein spildurnýggjur lýsingarfilmur sýndur, sum næmingar á Nám X hava framleitt.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page