top of page

7 bannaðar bøkur

06.04.22

Líka so leingi vit hava havt bøkur, hava bøkur verðið bannaðar og brendar. Tær hava verið sæddar sum vandamiklar og villleiðandi fyri menniskjað og samfelagið, og tað veri seg fyri innihald, ið fevnir um alt frá kynsligum samleika til kommunismu og til myndir av rúsdrekka. At banna bøkur hoyrir á ongan hátt fortíðini til. Vit hava hava funnið sjey bøkur, ið hava ført til slíka øsing, at tær eru bannaðar ella burturbeindar.


Endamálið við skaldskapinum er at skapa eitt rúm til at fortelja um lív, lagnur og viðurskifti, sum gera seg galdandi fyri menniskju, ið hava livað, sum eru á lívi og sum kunnu ímyndast at koma í hendan heimin. Bókmentirnar hava tann serstaka eginleika, at søgan kann halda sær sjálvari uppi, leys av fakta og veruleika, og søgurnar kunnu fara fram í fortíð, nútíð og framtíð og í einum ímyndaðum samfelag.


Men bókmentirnar kunnu eisini spegla veruleikan, og tær hava tann frálíka eginleika at kunna miðla søgur og vitnisburðir um tann ljóta veruleika, ið kunnu vera truplir at seta orð á. Eitt dømi um hetta er Maus eftir amerikanaran Art Spiegelman, sum við hjálp av teknirøð sigur søguna um Holocaust gjøgnum eyguni á pápa sínum, ið yvirlivdi Auschwitz. Í teknirøðini vera jødarnir myndaðir sum mýs og nasistarnir sum kettur. Fyrst í hesum árinum varð bókin bannlýst á skúlabókasavni í USA, eftir at foreldur klagaðu til skúlastýrið um innihaldið og háttin, sum søgan um Holocaust verður miðlað. Peikað verður millum annað á nakintekningar og málburð, sum foreldur ikki meta vera hóskandi fyri næmingar í 8. flokki. Sagt verður, at børnunum ikki tørvar slíkar myndir og málburð fyri at læra um Holocaust.


Rithøvundar, bókavørðir, søgufrøðingar,  og onnur, ið virðismeta fría orðið, vísa harafturímóti á, at tað eisini eru neyðugt at vísa á harðligu framferðina, sum menniskju kunnu fremja móti hvørjum øðrum, og at bókmentirnar júst í slíkum førum kunnu vera ein hjálp til at seta orð á og viðgera hesi mangan so torføru evnini. Spiegelman hevur greitt frá, at tíðin í Auschwitz settu síni spor í familjuni. Mamman beindi seinni fyri sær, og pápin orkaði illa at tosa við sonin um tað, sum honum hevði verið fyri undir Holocaust. Tí var teknirøðin ein góð loysn. Tað hildu lesarar eisini, og í 1992 varð Spiegelman heiðraður við serligari Pulitzer-heiðurslønini fyri Maus.


Les eisini: Holocaust í nýggjum ungdómsbókum


Bøkur eru so mikið hóttar í dag, eisini av politiskum kreftum á høgum stigi, at tað finnast bókasøvn við bannaðum bókum og felagsskapir, ið varpa ljós á bannaðar bøkur. Seinastu tíðina hevur stórt fokus verið á hetta evnið í USA. Ein uppteljing, sum amerikanska bókasavnsfelagið hevur gjørt yvir bannaðar bøkur í 2021, vísir, at heili 1.597 bøkur eru skrásettar sum ‘avbjóðandi’. Tær flestu av hesum viðgera spurningar í sambandi við húðarlit og kynsliga sannføring. Kanningin staðfestir eisini, at bøkurnar ikki einans vera tiknar av hillunum á skúlabókasøvnunum, men eisini á bókasøvnum á hægri lærustovnum og á fólkabókasøvnunum.


- Tað, sum vit nú síggja, er, at skipaðir bólkar venda sær til skúlastýri og bókasavnsstýri fyri at krevja sensur á bókum, ið ikki hóska til teirra moralsku ella politisku sjónarmið, sigur stjórin fyri amerikanska bókasavnsfelagið við New York Times.


Sum nevnt hevur bókin til allar tíðir verið hótt og ikki einans í USA. Í myndasavninum niðan fyri hava vit savnað sjey bøkur, ið hava vakt ans og so stóra vreiði, at tær hava verið bannaðar og í summum førum hava fylgjurnar tvungið høvundin til eitt lív undir jørð. 


Listin yvir bannaðar bøkur gjøgnum tíðina er umfatandi, og er hetta tí bert nakrar av teimum heilt kendu bókunum.


Les eisini: 10 góðir lesivanar

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page