Silja var fyrsti rithøvundurin á vitjan
15.12.23
Fyrsta rithøvundavitjanin var í Skúlanum við Streymin. Silja Aldudóttir var og greiddi næmingunum frá bók síni Ódjór.
Nýggja átakið hjá Føroyar lesa er farið á rull, og fyrsta rithøvundavitjanin var mikumorgunin, tá Silja Aldudóttir var og vitjaði 5. flokk í Skúlanum við Streymin. Hon hevur skrivað bókina Ódjór, sum hon kom at tosa við næmingarnar um.
Lærarin, Guðrun Elttør, letur væl at vitjanini, sum eydnaðist væl fyri báðar partar. Undan vitjanini hevði hon tosað við Silju um, hvat vitjanin skuldi snúgva seg um. Somuleiðis vórðu næmingarnir eggjaðir at fyrireika spurningar og settu eisini spurningar spontant undir vitjanini.
Les eisini: Rithøvundavitjanir skúlaárið 2023/24
- Næmingarnir høvdu undan vitjanini gjørt hvør sínar fellibøkur út frá trimum støðum úr bókini. Tey skuldu skriva tekst og tekna umhvørvið á veggirnar á einum kartonarki, soleiðis at fellibókin fekk eina 3D effekt. Og tað var áhugavert at síggja, at tað var so ymiskt, sum tey høvdu valt at taka fram, greiðir Guðrun frá.
Hon metir, at vitjanin eydnaðist sera væl og vónar at kunna endurtaka eina tílíka rithøvundavitjan.
- Hetta er góð venjing hjá næmingum at viðgera tekstir, áðrenn teir fara upp í hádeild.
Kundi tú hugsað tær at fingið vitjan av einum rithøvundi til tín flokk? Á heimasíðuni hjá Føroyar lesa ber til at síggja yvirlit yvir høvundar, ið bjóða seg fram skúlaárið 2023-2024. Sí yvirlitið her.