top of page

Rithøvundavitjanir komandi skúlaár

21.11.23

Í samstarvi við Rithøvundafelag Føroya fer Føroyar lesa komandi hálvár at bjóða skúlum rithøvundavitjanir fyri fólkaskúlan og miðnám. 


Ásannandi tann stóra munin, sum ein rithøvundavitjan kann gera fyri lesihugin hjá børnum og ungum, hava vit valt at seta í verk eina skipan, sum kann hjálpa skúlum og høvundum at røkka hvørjum øðrum. 


Rithøvundavitjanin er skipað sum ein klippikortsskipan, sum er ókeypis hjá skúlunum at brúka. Í fyrsta umfari vera 50 klipp tøk, og hvørt klipp svarar til tveir undirvísingartímar við einum rithøvundi (2x45 min.) ella ein blokk á 90 minuttir. Er talan um størri tiltak enn vitjan í skúlaflokki, ella er talan um meira enn ein rithøvund (til dømis rithøvund og myndprýðara), kostar tað í minsta lagi tvey klipp.


Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú


Rithøvundavitjanin er ætlað bæði fólkaskúlum og miðnámsskúlum. Skúlar venda sær til Føroyar lesa og fáa eitt klippikort, sum tey kunnu brúka eftir ynski. Skipanin verður gjørd upp hvørt hálvár. Eru óbrúkt klipp, kunnu tey, sum hava brúkt øll síni klipp, fáa nýggj, alt eftir hvussu nógv eru eftir í skipanini. Vit leggja okkum eftir at røkka øllum landinum, og tí verða klippini í fyrsta umfari løgd út eftir øki. Freistin at søkja um rithøvundavitjan hetta skúlaárið, er 5. januar. Klipp, ið ikki eru bíløgd áðrenn 5. januar, fara í felagspottin, har allir skúlar kunnu søkja.


Hetta skúlaárið 2023/24 er royndarár. Verkætlanin er mett at kosta kr. 150.000 og verður hetta fyrsta árið fíggjað av Fjølrit og Føroyar lesa. Føroyar lesa stendur fyri marknaðarføringini av skipanini til skúlar og umsitur klippikortsskipanina. Á heimasíðuni hjá Føroyar lesa er yvirlit yvir høvundar, sum eru tøkir at vitja skúlaflokkar komandi hálvár. Sí rithøvundayvirlit og bókingaroyðiblað her.  


Les eisini: Dreingir hava tørv á fyrimyndum, sum lesa


Hava tit spurningar til verk ella høvundar, eru tit vælkomin at venda tykkum til: royarlesa@nam.fo.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page