top of page

Lesikreppa, lesileti, lesihatur. Er tað veruliga so illa statt?

03.02.25

Í stórari greinarøð í danska tíðindamiðlinum Politiken hevur ljós verið varpað á lesingina hjá børnum, sum við einum orði kann lýsast sum lesihatur. Í greinunum eru samrøður við børn og foreldur, sum hava roynt bæði eitt og annað fyri at fáa børnini at lesa. Eini foreldur góvu soninum lesing sum lønt arbeiði fyri at fáa hann at lesa hvønn dag. Í somu grein fortelur drongurin, at hann bert ger tað fyri at spara saman til eitthvørt hann ynskti sær. Onnur børn greiða frá, at tey bert lesa fyri at gleða foreldur og lærara, men vildu í veruleikanum ynskt seg langt burtur frá bókini.


Frammanundan hava vit lesivanakanningar frá bæði PISA og PIRLS, sum staðfesta, at lesiførleikin ikki er nóg góður. Í skúlanum fáa næmingar í innskúling og miðdeild boð um at lesa sjálvir ella saman við vaksnum í 10-20 minuttir um dagin. Men tað er nakað, sum bendir á, at kravda lesingin køvir lesigleðina. Sambært útsøgnunum hjá børnunum í greinarøðini, er lesingin bert tvingsil og eingin gleði. Snøgt sagt lesihatur.


Les eisini: Hvussu fáa vit børn og ung at lesa meira?


Fyrimyndir og bókasøvn

Men er støðan veruliga so? Hvussu kann lesihugurin vera so lítil í okkara tíð, tá vit hava lagt so nógva orku í at tryggja børnum eitt so stórt og breitt úrval av myndabókum, smábarnabókum, krabbabókum, teknirøðum o.s.fr.?

Vit hava eingi føroysk hagtøl fyri lesivanar og fáa sostatt ikki víst til nøkur fakta um hesa støðuna í Føroyum. Hyggja vit til okkara grannar, síggja vit eitt nú at danska Nationelt videnscenter for læsning heilsar umrøðuni av lesistøðuni hjá børnum vælkomnum. Tey vísa á, at foreldur og lærarar gera tað rætta, tá tey ótroyttiliga eggja børnunum til at lesa, við sjálvi at lesa fyri børnunum og fara á bókasavnið við teimum.


- Lesihugurin er ikki konstantur, men er alla tíðina í broyting. Tað finst tó eingin skjót loysn uppá avbjóðingina við lesingini, tað er bert tann langi vegurin at ganga, sigur Anna Karlskov Skyggebjerg, leiðari fyri Nationalt Videnscenter for læsning.


Hon vísir í sama viðfangi á, at stóri trupulleikin eru tær áhaldandi sparingarnar á økinum.

- Tað eru bøkurnar, bókavørðirnir og útbúgvingarnar á økinum, sum eru grundarlagið undir allar lesimentanini. Tað er avgerandi, at bókasøvn er atkomilig, og at skúlabókasøvn eru mannað av útbúnum bókavørðum.


Les eisini: Hoyr hvat Birna Gaard, skúlabókavørður, sigur um týdningin av at lesa

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page