Lesigleði fyri børn og ung
28.10.22
Tað er háárstíð fyri bókaormar, lesihestar, forløg, bókahandlar og øll onnur, sum elska at lesa. Bókadagar eru eisini í nánd, og í tí sambandi spílar Føroyar lesa seg eisini út við tiltøkum fyri børn og ung.
Í sambandi við Bókadagar hevur Føroyar lesa valt at bjóða børnum og ungum til spennandi lesitiltøk. Vit eru í tí hepnu støðu, at vit hava fleiri føroyskar høvundar, sum skriva bøkur til børn og ung. Tað er av týdningi fyri føroysk børn og ung, at tey kunnu spegla sær í bókmentunum, og tí fegnast vit um, at føroyskir høvundar skriva søgur til føroysk børn.
Vit hava valt fýra bøkur til ársins Bókadagar, og har av eru tvær í uppskoti til bókmentavirðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum. Talan er um Sólgarður eftir Beinir Bergsson og Abbi og eg og abbi eftir Dánial Hoydal. Virðislønirnar verða handaðar týsdagin 1. november í Helsinki.
Les eisini: Hvat er YA-bókmentir?
Skúlatiltøk mikudagin 16. november:
Rimarúmið eftir Elina Michelsen. Vit hita upp til næstu bókina í røðini um Tóru, sum verður útgivin í november. Tóra er ein vanlig genta, sum varnast, at hon hevur yvirnatúrligar kreftir og verður send á skúla í einum heimi, sum vit kenna sum ein hulduheim.
Tiltakið er klokkan 9-10.00, og høvundurin verður til staðar at svara spurningum frá næmingunum. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@nam.fo.
Arbeiðstilfar til Rimarúmið er at finna her.
Sólgrátur eftir Ingun Christensen. Ein sosialrealistisk ungdómsskaldsøga um Aud, sum er ættleidd úr Kolumbia. Hon hevur tað strævið bæði heima og í skúlanum. Mamman er sjúk, og í skúlanum kennir Aud seg einsamalla. Tað ger tað ikki betri, at hon fær óunnilig boð sendandi á telefonina.
Tiltakið er klokkan 11-12.00, og høvundurin verður til staðar at svara spurningum frá næmingunum. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@nam.fo.
Arbeiðstilfar til Sólgrátur er at finna her.
Les eisini: Ungdómsskaldsøga um ættleiðing, rasismu og sálarheilsu
Sólgarðurin eftir Beinir Bergsson. Sólgarðurin er eitt nýbrot í føroyskum skaldskapi. Yrkingasavnið er fyrsta homoerotiska yrkingasavnið millum tveir menn. Tað er urtagarðurin hjá ommuni, Sólgarðurin, sum er ramman um savnið, og frásøgnin skiftir millum eina song og urtagarðin hjá ommuni. Eitt serstakliga áhugavert nýbrot í føroyskum bókmentum.
Tiltakið er klokkan 13-14.00, og høvundurin verður til staðar at svara spurningum frá næmingunum. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@nam.fo.
Arbeiðstilfar til Sólgarður er at finna her.
Kom og skriva við Oddfríði
Droymir tú um at gerast rithøvundur? Kom og skriva við Oddfríði og fá íblástur til næstu yrkingina, krimibókina, teknirøðina ella okkurt heilt annað. Á skeiðinum gera vit venjingar, har vit spæla okkum við orð, orðingar, sansir o.a.
Tiltakið verður mikudagin 16. november klokkan 16-18. Skriviskeiðið er ætlað ungum og er ókeypis. Tó er tilmelding neyðug, og hon fer fram á: tilmelding@nam.fo.
Bókaslúkurin: Abbi og eg og abbi
Abbi og eg og abbi eftir Dánial Hoydal er helst mest umrødda føroyska barnabókin í nýggjari tíð. Bókin, sum Annika Øyrabø so hegnisliga hevur myndprýtt, viðgerð demens á einum barnavinarligum støði. Fyri stuttum vórðu høvundurin og myndprýðarin heiðrað við Bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina.
Hesum fara vit at arbeiða við, tá vit bjóða dagstovnum og forskúlum til upplestur og kreativa verkstovu. Plássið er avmarkað, og tí er tilmelding neyðug. Send ein teldupost til tilmelding@nam.fo við kunning um navn á stovni og tali av børnum.
Les eisini: Soleiðis kunnu vit tosa um myndabøkur
Bókadagar er tiltak hjá Norðurlandahúsinum, sum verður í døgunum 16.-20. november. Sí meira á nlh.fo.