Hvat er YA-skaldskapur?

30.05.22

YA skaldskapur er ein áhugaverd sjangra. Sum útgangsstøði snúgva YA-bókmentir seg um børn og ung og teirra menning til at gerast vaksin, samstundis sum tær eru viðkomandi fyri vaksna lesaran. Vit hava hugt nærri at hesi áhugaverdu sjangru.


Tey seinastu 10-20 árini hevur bókmentaliga sjangran YA fiction, t.e. skaldskapur til tannáringar, ungdómar ella young adults, sum enska styttingin stendur fyri, veruliga tikið dik á seg. Ein kanning í USA frá 2015 bendir á, at sølan av skaldsøgum og yrkisbókum til vaksin er lækkandi, meðan sølan av YA-bókum hækkar við 40 prosentum. Tey, sum keypa hesar ungdómsbøkur vísa seg ikki bert at vera ungdómar, men eisini vaksin. Men nær tók hendan sjangran seg upp, og hvussu ber tað til, at hon er so vælumtókt?


Málbólkurin eyðkennir fyrst og fremst YA-sjangruna, tí talan er nevniliga um bøkur, sum upprunaliga venda sær til ung millum 12 og 18 ár. YA-bókin kann í grundini vera øll tekstsløg og snúgva seg um alt. Ofta snýr hon seg um vinalag, kærleika og næstan altíð um at finna sín egna samleika í hesi stóru verð. Í YA-bókini fylgja vit ofta einum persóni og sleppa inn í høvdið á henni ella honum at hoyra um onkra avbjóðing, sum kanska serliga er galdandi, tá ein er ung/ur.


Les eisini: 7 bannaðar bøkur


Bókin Catcher in the Rye eftir J.D. Salinger varð skrivað í 1940’unum og kom út sum ein savnað bók í 1951. Hon verður hildin at vera ein av teimum fyrstu YA-bókunum, hóast hon varð skrivað til vaksin og ikki ung. Bókin snýr seg um sekstan ára gamla Holden Caulfield, sum verður burturvístur úr skúlanum og kennir seg øðrvísi og fremmandagjørdan. Fremmandagerð og angist eru evni, sum ungdómar ofta kenna seg aftur í, og hetta kann vera ein av orsøkunum til, at Catcher in the Rye gjørdist serliga vældámd millum ungdómar. Evnini eru tó eisini viðkomandi fyri vaksin. Hetta gevur okkum eina ábending um, hví bæði ung og vaksin kunnu lesa eina góða YA-bók: meðan tann ungi lesarin fær okkurt burtur úr bókini í núverandi løtu í lívinum, kann tann vaksni við sorgblídni minnast aftur á allar tær kenslur og broytiligu umstøðurnar í lívinum, sum ein upplivir í ungdóminum.


Nakrar bøkur kunnu eisini fáa leiklut sum YA-bók, hóast tær eru barnabøkur at byrja við. Við tíðini eldast hesar bøkur við sínum lesarum og fáa ein eldri lesaraskara. Eitt dømi er Harry Potter-røðin, sum kann sigast at hava varðveitt málbólkin, sum var av fyrstan tíð, umframt at fáa ein nýggjan málbólk fyri hvørt nýggja ættarlið, sum fer í holt við røðina.


Samanumtikið kann YA-bókin sigast at vera sprottin úr ungdómsmentanini, sum stingur seg upp miðskeiðis í farnu øld, og at veruliga vísa seg í eini bók sum Catcher in the Rye. YA-bókin er ofta ætlað ungum lesarum, men fangar eisini vaksin, sum annaðhvørt hava lisið bókina, tá tey vóru ung, ella sum brúka hesa bók til at líta aftur á gamlar dagar og sterkar ungdómskenslur. Ein góð YA-bók bjóðar á henda hátt øllum sínum lesarum at hvørva burtur í ein heim, sum kann lýsa alskyns evni og vera skrivað í alskyns stílum, men sum fyrst og fremst gevur lesaranum innlit í tær sterku kenslur, sum hanga óloysiligt saman við tí menning, sum liggur í at fara frá at vera barn til at gerast vaksin.


Les eisini: Sólgrátur - um at vera ættleidd, rasismu og sálarheilsu


Í Føroyum er tað í 1990’unum, at vit av álvara fara at síggja upprunaføroyskar ungdómsbøkur við bókunum Útiløgukattar (1996) eftir Sólrun Michelsen, Skuggar (1990) eftir Lydiu Didriksen, Suphaya (1992) eftir Sonju Schneider, Tá ið eg havi málað summarhúsið (2001) eftir Oddvør Johansen og Regin og Sára (1991) og Summardáar (1995) eftir Heina Hestoy. Í 2010 gevur Marjun Syderbø Kjelnæs út bókina Skriva í sandin og fær tá norðurlendska barnabókavirðisløn fyri hana. Tíggju ár seinni gevur Marjun út ungdómsbókina Sum rótskot (2020), og hesi seinastu tvey árini síggja vit eina nýggja gongd við fleiri upprunaføroyskum útgávum til ung, eitt nú bókina KJARR (2020) eftir Rakel Helmsdal, Rimarúmið (2021) eftir Elina Michelsen og Loynigentan (2021) eftir Tórunn Karinu Henriksen. Nýggjasta føroyska ungdómsbókin er Sólgrátur (2022) eftir Ingun Christensen, sum júst er útkomin. Hóast ungdómsbøkurnar hava verið heldur seinkaðar í føroyskum bókmentum, síggja vit tíbetur fleiri og fleiri av teimum í dag (og vóna, at hendan gongdin heldur fram)!


Niðanfyri eru fimm uppskot til góðar YA-bøkur til tann unga – og ikki minst vaksna – lesaran (umframt tær bøkur, sum frammanundan eru nevndar):


1. Hungursleikirnir (+ Ríman um sangfuglar og slangur)

Bókadeildin gav í 2012 út fyrstu bókina í Hungursleika-røðini, sum er heimskend, og sum eisini er gjørd til filmar. Røðin fer fram einaferð í framtíðini í landinum Panem, har Norðuramerika einaferð var. Í Panem er glæsiligi býurin Capitol umgyrdur av tólv fátækum sýslum. Stýrið í Capitol er harðrent og miskunnarleyst og heldur sýslunum niðri við at noyða tær allar at senda ein drong og eina gentu ímillum tólv og átjan ár til Hungursleikirnar, sum eru á hvørjum ári. Her skulu tey stríðast, til øll uttan ein liggja eftirá, og alt verður sent beinleiðis í sjónvarpi. Sekstan ára gamla Katniss Everdeen sær tað sum ein deyðadóm, tá hon tekur plássið hjá yngru systrini í leikunum. Men Katniss hevur verið nær deyðanum fyrr – og at stríðast fyri at yvirliva er henni ikki fremmant. Suzanne Collins skrivaði, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum.


2. The Fault In Our Stars

The Fault In Our Stars er søgan um sekstan ára gomlu gentuna Hazel, sum hevur krabbamein og fer til ein stuðulsbólk fyri krabbameinsrakt børn og ung. Hazel hittir her Augustus Waters, sum er ein glaður og eldhugaður drongur, ið gevur Hazel mót uppá lívið – og summarfuglar í búkin. John Green hevur skrivað hesa bók, sum varð gjørd til film í 2014.


3. SKOMM

Norska ungdómsrøðin SKAM – á føroyskum SKOMM– er givin út í føroyskari týðing. Bøkurnar eru handritini til væl umtóktu sjónvarpsrøðina, sum varð víst árini 2015-17, eisini í føroyskum sjónvarpi. Bøkurnar eru upprunaligu fýra handritini, sum leikritahøvundurin og leikstjórin Julia Andem skrivaði til røðina. Hetta merkir, at bøkurnar eru settar upp sum leikrit, og at vit síggja viðmerkingar hjá rithøvundinum. Eins og í sjónvarpsrøðini leggur málið í bókunum seg í stóran mun eftir at endurgeva ungdómsmál. Røðin viðger evnið skomm í ungdómslívi í dag í sambandi við eitt nú kynsligan samleika, trúgv og sálarsjúku. Í bókunum síggja vit ljósu og myrku síðurnar í gerandisdegnum hjá ungum gentum og dreingjum, sum ganga í miðnámi. Bókadeildin gav út, og Silja Aldudóttir týddi úr norskum.


4. Myrkursins frumevni (+ Bókin um dust)

Viðurkenda røðin hjá Philip Pullmann kom út á føroyskum í 2004 og snýr seg um gentuna Lyru, sum ein dagin sníkir seg inn í harrastovuna á Oxford universitetinum. Fjald aftan fyri lenistólin sær hon rektaran hella eitur í vínið hjá Asriel lordi, pápabeiggja sínum. Lyra trýr valla sínum egnu eygum. Hví ætlar rektarin at drepa pápabeiggjan? Man tað hava nakað samband við loyndarfullu ferðir hansara til Arktis? Tó er tað rektarin, sum gevur Lyru gyltu kumpassina, men hví má hon onki siga fyri vøkru og hugtakandi frú Coulter? Og hvørjir eru teir ræðuligu gloypararnir, ið stjala børn í Oxford? At kunna svara hesum spurningum, noyðist Lyra at fara somu leið sum pápabeiggin, á kanningarferð til Lapplands og Svalbarð, har pansarabjarnirnar ráða. Bókadeildin gav út, og Hjalmar P. Petersen týddi úr enskum.


5. Tey gávaðu, tey evnaríku og eg

William Sutcliffe hevur skrivað hesa stuttliga bók, sum gevur innlit í tað at passa til, at bróta burturúr og at vera trúgvur móti síni egnu vanligheit. Bókin snýr seg um fimtan ára gamla Sam. Sam er eingin víðagitin vloggari, hann er ongantíð farin viralt, og hann hevur ongan hug at gerast Tað Næsta Stóra. Satt at siga er hann púra vanligur og errin av tí. Og tað var ikki nakar trupulleiki, fyrr enn babba gjørdist ríkur, og mamma fekk alt húskið at flyta til London. Nú gongur Sam á Norðurlondonska Akademiinum fyri tey Gávaðu og Evnaríku, har øll eru upptikin av at leggja Hollywood-ætlanir ella av at stovna alt-metal-sinnisrúmkandi tónleikabólkar. Sam veit, at hann fer ongantíð at hoyra til, sjálvt um hann hevði viljað tað. Bókadeildin gav út í 2021, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum.


Keldur: wikipedia.com, www.tckpublishing.com, www.masterclass.com og Føroyskar barnabókmentir – søguligt umhvarv og greiningar  (T. Sigurðardóttir)

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo