Jóanes Nielsen 70 ár
05.04.23
Ein av okkara virknastu høvundum rundar tey sjeyti í dag. Jóanes Nielsen er kendur sum tann samfelagsrevsandi røddin og sum tann, ið kennir verkafólkið best, og fyri sítt ónærisliga og erliga mál. Føðingardagur verður hildin fyri skaldinum á almennum tiltaki í Løkshøll í kvøld.
Avrikslistin hjá føðingardagsbarninum er drúgvur. Síðani Jóanes Nielsen gav út sítt fyrsta yrkingasavn Trettandi mánaðin út í 1978, hevur hann givið út 12 yrkingasøvn, seks skaldsøgur, fýra leikrit og eitt stuttsøgusavn. Fleiri av útgávunum eru týddar yvir í onnur mál, eitt nú danskt, norskt, íslendskt, týskt, franskt og enskt. Harafturat koma hansara ofta bersøgnu greinar um politisku vindarnar, ið gera um seg um okkara leiðir.
Jóanes Nielsen er ikki ein høvundur, ið leggur seg eftir tí vakra ella tí óseka. Hann er ein rithøvundur, ið arbeiðir innan sosialrealistisku sjangruna, og hann hevur víst góðar dygdir í at lýsa teir krókar í samfelagnum og persónsmenskuni, ið vit sjáldan síggja á skrift á okkara móðurmáli. Tað veri seg sorlað familjusambond, átrúnaður, samfelagsligur ójavni ella stríðið hjá einstaklinginum at fóta sær í einum samfelag, har tað hevur nakað at siga, hvørjari ætt tú ert av, og hvussu tú annars passar inn í samfelagið. Hann brúkar seg sjálvan og sína egnu søgu í søgum sínum, sum samstundis eru partar av okkara felags søgu. Eitt nú fyllir Sankta Frans skúli nógv í Glansbílætasamlararnir (2005), har hann sjálvur gekk í skúla. Umhvørvið við Havn og røturnar til Suðuroynna eru somuleiðis ein drívmegi í seinnu verkunum, tá høvuðspersónurin í fleirbindsverkinum um Eigil Tvibur leitar aftur á slóðina, sum leiðir hann til Sumbiar.
Les eisini: - Eg hevði onga kenslu av, um bókin nyttaði nakað sum helst
Hann er upptikin av menniskjanum og samfelagnum, men náttúran fyllir eisini nógv í skaldskapinum hjá Jóanesi. Tó er tað ikki tað vakra og órørda, ið hann hevur hug at vekja til lívs við sínum orðum. Heldur skal tað vera erligt, skitið og kanska vandamikið. Kanska sum eitt kvinnubróst ella ein hándgranat, sum hann tekur til í Pentur (1998).
Jóanes Nielsen er ein týdningarmikil rødd innan føroyskt mentanarlív. Hann øsir og undirheldur, og hann torir at fara hagar, so mong onnur halda seg burturi. Eitt nú vakti tað ans, tá leikurin Eitur nakað land weekend (2002) varð settur upp á Tjóðpallinum. Á tragikomiskan hátt viðgerð leikurin tær mangan syrgiligu lagnurnar, ið verða knýttar at sálarsjúku.
Les eisini: Tí skalt tú lesa hvønn dag
Tað eru fleiri listafólk, ið hava verið hugtikin av verkum eftir Jóanes. Eitt nú gjørdi Katrin Ottarsdóttir ein framúr góðan heimildarfilm um Jóanes Nielsen við heitini Sporini vaksa úr orðum (2009). Eisini gjørdi tónleikabólkurin ORKA tær báðar yrkingarnar “Livandi oyða” og “Fjøllini standa úti” úr Brúgvar av svongum orðum (2002) til væl umtókt tónleikahitt í 2007. Leikirnir, ið eru settir upp, hava somuleiðis verið styrktir við hugtakandi pallmyndum.
Fyri síni bókmentaligu avrik er Jóanes Nielsen heiðraður á ymsan hátt. Tvær ferðir hevur hann fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens (í 1984 og í 2012), hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2011, og heilar seks ferðir hevur hann verið í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Føroyar lesa takkar fyri Jóanesi fyri orðini og ynskir honum hjartaliga til lukku á 70 á degnum.