- Eg hevði onga kenslu av, um bókin nyttaði nakað sum helst

11.02.22

Um vikuskiftið fer TROM av bakkastokki. Ein, sum fer at sita til reiðar, er upphavsmaðurin, Jógvan Isaksen, sum uppfann Hannis Martinsson av tilvild, og ongar ætlanir hevði um fleiri bøkur enn ta einu. Vit hava prátað við Jógvan um Hannis, krimisjangruna og grindadrápið, sum verður pallsett í TROM.


- Hvaðani kom hugskotið til Blíð er summarnátt á Føroyalandi?

Tað var heilt tilvildarligt. Eg havi altíð havt áhuga fyri krimisøgum. Tá eg fekk mína fyrstu teldu, setti eg meg at spæla við hana. Hetta var í 1988-89, og tá vóru teldur dýrar, men lítil kraft var í teimum, og tað hendi seg ofta, at alt tilfarið hvarv. Tí tordi eg ikki at brúka telduna til nakað ordiligt - til nakað bókmentaligt. Men spakuliga fór eg at spæla við hana og at skriva á henni. Knappliga var eg komin rættiliga langt, og eg varð greiður yvir, at hetta var ein skaldsøga, sum eg sat við.

Blíð er summarnátt á Føroyalandi skuldi hava okkurt við 2. veraldarbardaga at gera. Abbi mín í Gøtu, sum hevði siglt nógv undir krígnum, hevði fortalt mær nógv um kavbátar og annað, hann hevði upplivað undir krígnum, og hetta inspireraði meg. 2. veraldarbardagi og Kalda kríggið fyltu nógv í tilvitskuni hjá fólki um hetta mundið, tá bókin varð skrivað, so tað var heilt nátúrligt.

Eg hevði ummælt bøkur í fleiri ár, men eg hevði onga kenslu av, um bókin nyttaði nakað sum helst. Men fyrsta upplagið, sum taldi 1.500 eintøk, varð útselt eftir ongari tíð. Eg hevði ongar ætlanir um at skriva fleiri bøkur og helt meg til at ummæla bókmentir. Men fólk spurdu eftir fleiri krimibókum, og so gav eg út Gráur oktober og ungdómskrimibókina, Brennivargurin. Tað var eitt spæl fyri meg at skriva. Við Krossmessu setti eg meg at lesa alt millum himmal og jørð um grindadráp og umhvørvisfelagsskapir av øllum handa slag, og tí kravdi hon nógv meira tíð enn hinar.

Síðani Adventus Domini havi eg givið út eina bók um árið. Eg seti ávís tíðarskeið á árinum av til bara at sita og skriva. Tá hvørvi eg fullkomiliga inn í tað. Tað riggar best fyri meg at skriva uttan íhald og at lata arbeiðið taka ta tíð, tað tekur.


- Hvussu fekst tú hugskotið til Hannis Martinsson? Hvussu sær hann út í tínum hugaheimi?

Hannis var umleið mín aldur, tá eg skrivaði bókina, tað vil siga eini 38 ár. Hann sá vanligur út og breyt ikki úr mongdini. Líka sum eg sjálvur, livdi hann av at skriva, og hann skrivaði m.a. fyri ferðabløð og fekk ferðaseðlar afturfyri. Nógv er tikið úr mínum egna lívi og arbeiði. Hetta var ein tíð uttan internet, og teldur vóru ikki nøkur sjálvfylgja. Mentanin var eisini ein onnur. Eitt nú ølklubbarnir, sum fylla nakað í Blíð er summarnátt á Føroyalandi. Teir hvurvu, tá Rúsdrekkasølan kom nøkur á seinni, og harvið rúsdrekkamentanin, sum verður lýst í bókini. Tað sama kann sigast um samferðslukervið, tøknina og samfelagið sum heild. Tað er broytt og dagført í TROM.


- Hví fórt tú undir at skriva krimibøkur? Hvaðani fært tú íblástur?

Mær dámdi væl at skriva, men tað skuldi vera eitt spæl og ikki nakað álvarsligt. Og mær hevur altíð dámt væl krimisøgur. Tað byrjaði við Sherlock Holmes, sum eg lænti á bókasavninum. Síðani keypti eg mínar egnu bøkur eftir Agatha Christie, Raymond Chandler, Dashiell Hammett, Gunnar Stålesen, Dan Turrell, Sjöwall og Wahlöö. og so framvegis.

Tá tú skrivar fiktión, tekur hon ofta yvir. Áðrenn tú veitst av, endar tú eina heilt aðrastaðni, enn tú ætlaði. Eg veit, at stórir krimihøvundar sum Liza Marklund og Yrsa Sigurdardóttir gera synopsir fyri sínar bøkur við útvaldum innihaldi til hvønn kapittul. Soleiðis arbeiði eg als ikki. Tað hevur ongantíð eydnast mær at skriva eina synopsis. Í Heljarportur fann eg ikki drápsmannin fyrr enn beint áðrenn, eg var liðugur.


- Hvat kanst tú siga um krimisjangruna tá og nú - 30 ár seinni? Hevur hon havt sína stórleikatíð, ella er hon framvegis væl umtókt?

Tað hevur verið spátt um krimisjangruna í longri tíð, at hon fer at steðga, og at marknaðurin er mettaður. Men tað vísir seg, at krimisøgur halda fram við at vera eftirspurdar. Eg haldi, at tað kemst av, at søgugongdin er einføld: Eitt morð er framt, og síðani fylgir mann uppkláringini av morðinum. Og tað er eitt nøgdsemi í hesum. At alt verður uppklárað til endans. Ein krimisøga hevur avmarkaðar karmar, sum hon skal arbeiða innan fyri, og harafturat er krimi einasta øki innan fagurbókmentirnar, har samfelagslig evni verða tikin upp og kjakast um í dag. Tað kemur ófatiliga lítið av samfelagskritiskum skaldsøgum út eftir mínari meting.

Krimisjangran hevur broytt seg við tað, at hon hevur fingið fleiri lesarar. Men so er tað virðingin. Hon er ikki stór. Krimisjangran verður av mongum ikki roknað sum rættar bókmentir. Men í Fraklandi tekur mann ikki dagar í millum sjangrurnar. Tað verður hugt eftir dygdini á bókini heldur enn sjangruni. Tað sama við filmslistini. Alfred Hitchcock var til dømis eitt veldigt navn í Fraklandi.


Les eisini: Karl er vorðin Karla


- Hvussu kennist tað, nú søgurnar um Hannis verða syndraðar og settar saman av nýggjum til sjónvarpsrøð?

Tað kennist óveruligt. Tað hava verið fleiri ætlanir um filmsgerð av bókarøðini, ið ongantíð vórðu til nakað. Í 1990 árunum vendi Peter Turtschaninoff, táverandi stjóri í Norðurlandahúsinum, sær til mín við einari framleiðsluætlan um tvær tær fyrstu bøkurnar. Men eg hoyrdi eg einki aftur um tað. Adam Price hevur eisini víst áhuga fyri søgunum, men tað bleiv ov kompliserað. DR ætlaði eisini at fara undir arbeiðið, men har kom ósemja í millum starvsfólkini. Tá Torfinnur Jákupsson so kom og spurdi, segði eg ja, men eg væntaði einki. Men hann hevur verið treiskur og arbeiðssamur, og nú er røðin veruleiki.

Ulrich Thomsen er ein dugnaligur sjónleikari, og eg ivist ikki í, at hann er rætta valið. Eg havi einki sæð av røðini. Bøkurnar eru íblásturin til røðina, men tað er Torfinnur, sum hevur sett søguna saman av nýggjum. Tað er ikki øðrvísi enn hjá til dømis Hitchcock. Fleiri av hansara filmum eru bygdir á skaldsøgur hjá øðrum.


- Sum flestum kunnugt fer eitt grindadráp fram í røðini. Fer tað at loypa øði í hyggjarar, heldur tú?

Grindadrápið er úr Krossmessu, sum kom í 2005, og tá var nógv rumbul um grindadráp. Í dag eru ikki so nógv onnur enn vit og japanarar, sum drepa hval. Úr einum føroyskum sjónarmiði taka vit kanska 1-2 prosent av stovninum, og mátin tað fer fram í dag, er at rokna sum humanitert í mun til fyrr. Jens Pauli Heinesen hevur eisini umrøtt grindadrápið í sínum bókum, eitt nú í Markleys breiðist nú fyri tær fold og í fyrsta bindi av Tú upphavsins heimur, har hann rópar grindadráp fyri morð. Tað er heilt víst, at springaradrápið hevur oyðilagt nógv, og tað er væl ein spurningur um tíð, áðrenn tað verður steðgað heilt. 

Hvat hyggjararnir fara at siga um grindadrápið í TROM er ilt at spáa um.


UM

TROM er ein sjónvarpsrøð á seks partar, sum Torfinnur Jákupsson hevur umskrivað við íblástri úr krimibókunum eftir Jógvan Isaksen.


TROM verður at síggja á Viaplay frá sunnudegnum 13. februar. Løkshøll og Havnar Bio fara at hava serligar sýningar av røðini, umframt at KvF fer at sýna at røðina frá hóskvøldinum 17. februar og komandi fimm hóskvøldini.


TROM tekur støði í Blíð er summarnátt á Føroyalandi (1990) og hevur lutir frá Gráur oktober (1994), Krossmessa (2005) og Norðlýsið (2009). Jógvan Isaksen hevur givið tilsamans 18 krimibøkur út á føroyskum.