Hvat lesa børnini í summar?

05.07.21

Summarið er fyri nógv børn ein kærkomin steðgur frá bókum og skúlatingum, men fyri summi merkir summarið eitt høvi at gleða seg til enn fleiri bøkur. Soleiðis hava systrarnar Jóna og Olivia tað. Vit hava systrarnar, hvat tær lesa, og hvat tær mæla øðrum til at lesa í summar.


Mær dámar væl at lesa, tí so hevur man altíð okkurt at gera, og tað er hugnaligt og spennandi at lesa. Mær dámar eisini væl, tá onkur lesur fyri mær.


Mær dámar væl at lesa spenningssøgur, teknirøðir og fantasy. Eg elski, tá tað er ein røð av bókum. Mamma las tríggjar tær fyrstu Harry Potter bøkurnar fyri mær, men tær vóru so spennandi, at eg kláraði ikki at bíða, so eg las tær seinastu sjálv, tó at mamma las onkran kapittul fyri mær. Vit hugdu eftir filmunum so hvørt, sum vit høvdu lisið bøkurnar, men bøkurnar eru nógv betri, tí tær hava nógv fleiri detaljur.


Nú lesi eg ”Skammarateknið”, sum er tveyarin í røðini um Dinu, dóttir skammarans. Eg lurtaði eftir fyrstu bókini í barnaútvarpinum, men eg kláraði ikki at bíða, so eg lænti hana á bókasavninum og las hana, áðrenn tey lósu hana lidna í barnaútvarpinum.


Tað er deiligt at hava summarfrí, tí so havi eg meira tíð at lesa. Annars havi eg verið á legu í Nesvík, og restina av summarfrítíðini fari eg bara at hugna mær við at spæla, tekna, baka, hyggja eftir seriu og filmum saman við systur míni, og annars bara hugna mær saman við familju og vinum.


Nakrar bøkur, eg kann viðmæla, eru: ”Hvíti fuglur” eftir R.J. Palacio, sum er framhald av bókini ”Undur”, ”Gangstara omman” hjá David Walliams, hon er ordiliga stuttlig, ”Harry Potter” 1 -7 eftir J.K Rowling, røðin um ”Dóttir skammarans” eftir Lene Kaaberbøl, ”Náttarskrímslið”, ”Skrímslið og menniskjuni” og ”Skrímslið í sirkus” eftir Mats Strandberg og Sofia Falkenheim og ”Rýmingarnir” eftir Ulf Stark

- Jóna Reinert Joensen 10 ár



Eg elski at lesa!

At lesa er tað, sum eg tími allarbest. Eg elski at lesa! Mær dámar best at lesa føroyskar bøkur, men tað er eisini gott at lesa enskt og danskt.


Mær dámar best spennandi fantasy bøkur, sum eru eitt sindur romantiskar. Og mær dámar best, tá tað er ein røð av bókum, tí tá ein finnur eina ordiliga góða bók, so veit man, at tað eru fleiri líka góðar bøkur.


Eg havi til dømis lisið røðina um Harry Potter og Twilight sagaen, men har vóru bara tvær tær fyrstu bøkurnar á føroyskum, tí las eg restina á donskum. Tær eru nakrar av teimum bestu bókunum, eg havi lisið, umframt ”Eg, Coriander”, røðin um Hungursleikirnar og ”Kjarr”.


Tað er deiligt at hava summarfrí, tí so havi eg nógv meira tíð at lesa, men eg geri eisini annað. Eg spæli eisini við vinkonur og mína lítlusystir, og so fari eg á legu í Nesvík og á Zarepta.

Eg hevði ynskt at havt onkra vinkonu, sum las líka nógv sum eg, tí eg elski at tosa um tað, sum eg lesi.

- Olivia Reinert Joensen 12 ár