9 føroyskar bøkur til summarfrítíðina

08.07.21

Nógv góð boð eru til, hvat vit skulu lesa í summar. Vit eru mong, sum ikki duga at halda frí uttan eina bók, og ongantíð betur, um talan er um eina væl skrivaða ella týdda føroyska bók. Nú summarfrítíðin er her, hava níggju av bókaglaðu starvsfólkunum hjá Námi valt nakrar spennandi føroyskar bøkur til títt summar.


Sólrún Michelsen: Ein annar er gull

Mær dámar væl at lesa søguligar bøkur, og millum annað tí dámar mær væl bókina Ein táttur er silvur eftir Sólrúna Michelsen. Vit hoyra nógv um Helenu, sum gerst við barn, tá ið bóndin, sum hon tænir hjá, neyðtekur hana, og hvussu hon fyri gott hundrað árum síðan skal fóta sær eftir hesa skemdargerð. Søgan sigur eisini frá restini av familjuni hjá Helenu. Mamman, sum doyr frá 10 børnum, pápin, sum giftist upp aftur, og tey 10 systkini, sum fara ymsa staðni at vera og fáa ymiskar lagnur. Helena er tætt knýtt at ommuni og abbanum, sum fylla nógv í lívinum hjá henni og eru henni góðir stuðlar.

Í summar fari eg at lesa Ein annar er gull, sum er framhald av Ein táttur er silvur, og gleði eg meg til løturnar, har eg sleppi at lesa enn meira um Helenu og lagnu hennara.

- Gunvá Magnussen, ritstjóri


Enna Garðshorn: Kópakonan

Søgan um kópakonuna er fantastisk í sær sjálvum, og er ein søgn, sum síðan eg var heilt ung hevur hugtikið meg. Hon fortelur okkum um lívsins rørslur og gongdir og um tær torføru prosessir, sum gjøgnum alt lívið liggja í sjálvum menniskjanum og millum menniskjað og samfelagið. Tað, sum er serliga gott í júst hesi viðgerðini av kópakonuni er, at hon eisini lýsir, hvussu søgnin bæði er eins og ymisk í ymiskum mentanum, og hvussu hon soleiðis kann brúkast til at skilja seg sjálvan í okkara lítla samfelag við teim normum og siðvenjum, sum her eru.

- Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi


Eilif Samuelsen: Platon, Aristoteles og aðrar

Eg fari nokk at lesa onkrar av bókunum, ið Eilif Samuelsen hevur týtt til føroyskt seinastu árini. Platon-bøkurnar liggja í fremstu røð – og kanska Aristoteles, um tíð verður til tað. Annars las eg fyri kortum Hvat er demokrati? Eftir Hal Koch. Skjót og løtt hjá leikfólki at lesa.

- Sámal Matras, ritstjóri


Katrin Ottarsdóttir: Gentan í verðini

Ovast í bunkanum hjá mær liggur Gentan í verðini eftir Katrina Ottarsdóttir, sum eg gleði meg til. Av norðurlendskum bókmentum vil eg fegin viðmæla íslendingin, Jón Kalman Stefánsson – ein fantastiskur høvundur! Eg havi lisið fleiri av hansara bókum á donskum og kann nevna Englenes sorg, Himmerige og helvede, Menneskets hjerte og Fisk har ingen fødder. Tann nýggjasta hjá honum eitur Stjernernes knitren, sum eg enn havi til góðar.

- Marjun Ziskason, ritstjóri


Daniel Kehlmann: At máta heimin

Her lá ein gáva frá Elini Henriksen á mínum borði herfyri. Tað var ein bók eftir Daniel Kehlmann Die vermessung der welt, sum Elin hevur týtt til At máta heimin. Ótrúliga góð og áhugaverd skaldsøga, væl skrivað, væl týdd og løtt at lesa. Eg eri púra seld, men tíverri er bókin ikki tað! Pappírsbókin er ikki á goymslu, sigur Sprotin. Vónandi kunnu bókasøvnini hjálpa, um onkur ætlar sær í holt við hesa áhugaverdu bók.

- Karina Toftegaard, ritstjóri


William Heinesen: Moder Syvstjerne

Eg viðmæli bøkurnar hjá Williami Heinesen, og tær eiga at verða lisnar á donskum ella á “williamskum” - annars fær ein ikki rætta andan við. Av øllum hansara bókum stendur Moder Syvstjerne mær tó nærast. Skiftið millum barnsliga sjónarhornið og tað vaksna er serstakliga inniligt, somuleiðis er skiftið millum ítøkiligu lýsingina og abstrakta/filosofiska hugaheimin so sera vakurt.

Bøkurnar eftir Jón Kalman Stefansson eri eg eisini sera bergtikin av. Tær eru tíverri ikki týddar til føroyskt, men hava ein dám av tí “williamska” føroyska universinum yvir sær. Tað var heilt tilvildarligt, at eg fór undir at lesa Nogenlunde på størrelse med universet. Og tá varð eg seld.

- Dorthe Pedersen, námsfrøðiligt starvsfólk


Heðin Brú: Lognbrá og Fastatøkur

Gentan í verðini eftir Katrina Ottarsdóttur er eitt gott tilmæli til summarlesnað. Sjónarhornið er hjá smágentuni, sum bæði er naivt barnsligt og alt ov vaksið í senn. Summarfrítíðin á bygd í Føroyum saman við eini minni vælvirkandi familju verður lýst á ein sera hugtakandi hátt.

Annars haldi eg eisini, at søgurnar hjá Heðini Brú hóska sera væl til føroyska summarið, tí har eru so frálíka nógvar summarsligar náttúrulýsingar. Fyri kortum las eg Lognbrá og Fastatøkur umaftur. Deiligar bøkur, sum eru hugtakandi og lættar og skjótar at lesa.

Tá tað kemur til týddar bøkur verði eg ikki troytt av bókini Skuggabaldur eftir Sjón. Søgan lýsir bæði verstu og bestu síðuna hjá menniskjum, og hon er so hegnisliga væl skrivað og samansett, at eg leggi merki til nýggjar smálutir, hvørja ferð eg lesi hana.

- Sólvá Jónsdóttir, ráðgevi


Svetlana Alexievich: Bøn fyri Tjernobyl

Eg veit ikki, um eg fari at fáa tíð at lesa í summar, tí eg eri so langt afturút við sjónvarpsrøðum, sum eg ætli mær at síggja, men kanska eg fari at lesa Bøn fyri Tjernobyl, áðrenn eg hyggi eftir røðini um Tjernobyl ella aftaná.

Og kanska eg fari at lesa Tað etiska kravið eftir K. E. Løgstrup. Hon hevur bíðað nokkso leingi.

- Sigfríður Sólsker, útgávuleiðari


Oddfríður Marni Rasmussen: Ikki fyrr enn tá

Ikki fyrr enn tá eftir Oddfríð Marna Rasmussen er eftir mínum tykki tann besta føroyska skaldsøgan, ið er skrivað í nýggjari tíð. Skaldsøgan er rørandi, syrgilig, viðkomandi og neyðug í og við at hon viðgerð eitt eitt par í kreppu eftir at makin fær staðfest ólekjandi krabba. Samstundis er hon eitt áhugavert og frískligt lot í føroyskum bókmentum við tað at høvundurin blandar gráa kreppukenda gerandisrealismu við tað løgna og surrealistiska.

Ein onnur bók, sum eg fegin vil viðmæla, er Leksikon um ljós og myrkur eftir norska Simon Stranger. Hetta er í veruleikanum ein sonn søga, fortald sum skaldsøga. Høvundurin fer at leita eftir søguni um húsini, har verforeldrini hava búð, sum eru kend fyri at hýsa tí harðliga nasistinum, Henry Rinnan, og hansara harkaliði. Sum søgan verður pakkað út, fáa vit innlit í, hvussu húsini hava verið nýtt sum pínslurúm hjá Rinnan og hansara vinum. Søgan er óunnilig og harðlig, men samstundis eitt forvitnisligt innlit í norsku søguna og nasismuna, sum fekk gróðrarlíkindi í Noregi undir Seinna veraldarbardaga. Leksikon um ljós og myrkur er bæði eitt portrett av einum ungum manni, sum veksur til og endar sum bølmenni, og ein áhugaverd samtíðarlýsing av Noregi hetta tíðarskeiðið. Mær dámar væl, at hendan spennandi søgan, sum fevnir um trý ættarlið, fylgir stavraðnum A til Ø. Týðingin hjá Marnu Jacobsen er eisini framúr.

- Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar lesa