- Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú

01.11.22

Í kvøld verða virðislønir Norðurlandaráðsins 2022 latnar í Helsinki. Føroyska barnabókin, Abbi og eg og abbi, er tilnevnd í bólkinum fyri barna- og ungdómsbókmentir. Bókin viðgerð demens, og er hetta fyrsta av fýra bókum, ið viðgera sálarheilsu hjá børnum. - Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi, sum nú, sigur høvundurin, Dánial Hoydal.

(Mynd: Atlantic Review)


- Hvaðani kom hugskotið til Abbi og eg og abbi?

Tá pápi mín fekk demens og seinni alzheimers, fingu vit sum avvarðandi eina rúgvu av tilfari at lesa, men alt var til vaksin. Tað undraði meg. Eg fór at kanna tað, men mátti staðfesta, at tað var nærum einki tilfar til børn at finna. Eg skrivaði eina barnabók fyri 20 árum síðani (Í geyma, ritsjt.), og havi altíð havt hug at skriva meira til børn. So tað var upplagt, at eg fór í gongd við at skriva eina bók sjálvur.


- Vit fáa ikki at vita, hvussu drongurin í bókini eitur, men hvør er hann? Kennir tú teg aftur í dreinginum?

Tað er ein blanding. Bókin snýr seg um relatiónina millum dreingin og abban, men persónarnir eru fiktivir. Tann relatiónin er bygd partvíst á relatiónina hjá mær og pápa mínum og partvíst á relatiónina millum sonin og pápa mín. Í bókini hava drongurin og abbin eitt ting við at spæla við orð. Við morgunmatarborðið spyr abbin t.d., um drongurin vil hava heks við lukt, og so vita báðir, at hann meinar við keks við frukt. Hesi orðaspøl og ping-pongið yvir morgunmatarborðið eru nakað, sum eg og pápi mín, sum annars var ein nokk so tigandi maður, høvdu saman.


Les eisini: Arbeiðstilfar til Abbi og eg og abbi og aðrar barnabøkur


- Bókin er sera vakurt myndprýdd við myndum hjá Anniku Øyrabø. Hvønn týdning hava myndirnar fyri søguna?

Myndirnar hava stóran týdning. Eg ætlaði frá byrjan, at bókin skuldi vera myndprýdd. Av tilvild hevði Bókadeildin júst tá hitt Anniku Øyrabø, sum jú er hálvføroysk. Tá eg sá onkrar myndir, sum hon hevði gjørt, visti eg beinavegin, at vit skuldu arbeiða saman. Tað riggaði sera væl, og Annika hevur skapt eitt univers, sum hóskar væl til orðini.


- Tú hevur eisini júst latið eina nýggja barnabók úr hondum, Strikurnar. Hvat snýr hon seg um?

Felagsnevnarin fyri bøkurnar er sálarheilsa hjá børnum. Um hvussu sálarsjúka ávirkar børn, annaðhvørt tað er nakað, sum tey sjálvi hava ella tey eru avvarðandi. Strikurnar snýr seg um ein drong, sum hevur OCD (tvingsilstankar). OCD verður typiskt aktiverað av onkrum, har børn kenna seg hjálparleys og missa tamarhaldið á tilveruni. Tá royna tey at krøkja seg í okkurt, sum gevur struktur. Eg var sjálvur sera darvaður av OCD, sum stórt barn, so Strikurnar byggir á egnar upplivingar.


- Báðar bøkurnar snúgva seg um rættiliga tung evni, men á ein lættan og barnavinaligan hátt. Hvønn týdning hevur tað at geva børnum bøkur at spegla sær í, tá alt ikki er lætt?

Eyðkenni fyri alla røðina er, at bøkurnar viðgera sálarheilsu hjá børnum uttan at koma við nøkrum svari. Tær eru stuttar samrøðubøkur, sum kunnu seta hol á evnið uttan at fara ov djúpt niður í evni, og tær enda positivt. Fyri børn er tað lættari at fyrihalda seg til eina søgu enn til okkurt abstrakt, sum t.d. kunningartilfar um demens.


Les eisini: Soleiðis kunnu vit tosa um myndabøkur


- Hví fórt tú undir at skriva barnabøkur?

Eg havi altíð ætlað mær at skriva fleiri barnabøkur. Eg eri sera hugtikin av løtuni, tá tú lesur upp fyri børnum, og eg elski sjálvur at lesa upp fyri mínum børnum. Eg skrivi til at lesa upp fyri børnum. Samveran við barnið er umráðandi, og barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi, sum hon er nú. Barnabókin er heilt vist livandi, tí upplestrarløtan er nakað unikt, sum tú ikki kanst skapa upp á aðrar mátar. Eg havi eisini skrivað yrkingar og tílíkt, men vendi altíð aftur til barnabøkurnar.


- Abbi og eg og abbi hevur júst fingið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðssins, og M.A. Jacobsens heiðursløn í fjør, og er eisini tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hvønn týdning hevur tað fyri teg sum rithøvund at fáa slíka viðurkenning?

Tað er stuttligt at fáa viðurkenning, tí tað merkir, at onnur virðismeta tað, og góðskumeta tað. Virðislønir kunnu eisini skapa áhuga fyri bókini uttanlands. Tá mann skrivar á føroyskum er marknaðurin sera lítil. Sum rithøvundur vil eg gjarna røkka longri út, og tað kunnu virðislønir hjálpa til við.


Er nøkur nýggj bók á veg? 

Eg havi latið tvey handrit inn til Bókadeildina. Øll eru evni, sum eg onkursvegna havi havt tætt upp á. Næsta bókin, Gásarhold, snýr seg um at hava kropskompleks, sum tíverri er ein vaksandi trupulleiki millum børn og ung. Tað er eitt evni, sum kona mín hevur havt stríðst við. Og hin bókin, Klíparin, fer at snúgva seg um skíggjar og skíggjanýtslu. Skíggjar kunnu hava sera neiliga ávirkan á sálarheilsuna hjá børnum, bæði tá tey sjálv hyggja ov nógv í skíggjar, og tá tey vaksnu rundan um tey ikki eru til staðar í løtuni, tí tey eru so upptikin av skíggjum. 

Næsta bókin kemur vónandi næsta ár.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo