top of page

2. desember

02.12.20

Harry hevði pakkað upp, og hetta var ein tjúkk, bundin troyggja, fagurgrøn á liti. Saman við henni var eitt stórt blikk við heimagjørdum bommum. ”Hon bindur okkum eina troyggju hvørji jól,” segði Ron og pakkaði sín pakka upp, ”og mín er altíð morreyð.” ”Hatta var vakurt gjørt,” segði Harry og fekk sær eitt bomm. Tað smakkaði óført. Í næstu gávuni var eisini góðgæti – ein stór eskja við sjokolátafroskum frá Hermione.

So var bara ein pakki eftir. Harry tók hann upp. Okkurt flótandi og silvurgrátt gleið niður av songini og legði seg á gólvið við skyggjandi faldum. Ron kikkaði eftir ondini. ”Eg havi hoyrt um hatta,” segði hann lágmæltur og legði eskjuna við smakkbønum frá sær, sum hann hevði fingið frá Hermione. ”Er hatta tað, sum eg haldi – tær eru sjáldsamar, heilt øgiligasjáldsamar.” ”Hvat er tað?” Harry tók tað skínandi, silvurlitta toyið upp av gólvinum. Tað var undarligt at nerta við, sum var vatn vovið inn í tað. ”Tað er ein hvørvikápa,” segði Ron, og eitt brá av øvundsjúku sást í andlitinum. ”Tað er, eg veit tað – vita, far í hana.” Harry legði kápuna um herðarnar, og Ron skar í eitt róp. ”Tað er tað! Hygg niður!” Harry hugdi niður á føturnar, men teir vóru burtur. Hann skundaði sær yvir til speglið. Spegilsmyndin hugdi aftur á hann, men tað var bara høvdið. Tað hekk í leysum lofti, og kroppurin sást ikki. Hann legði kápuna upp um høvdið, og nú var hann púra horvin. ”Her er ein seðil!” segði Ron. ”Ein seðil datt úr kápuni!” Harry legði kápuna frá sær og tók seðilin. Skrivað við klønum, buktaðum stavum í skrift, hann ongantíð fyrr hevði sæð, stóðu hesi orð at lesa:


Pápi tín gav mær hesa kápuna í varðveitslu, áðrenn hann doyði. Tíðin er komin at bera tær hana aftur. Far væl um hana.

Við bestu ynskjum um eini gleðilig jól.


(Harry Potter og vitramannasteinurin - við myndum, J.K. Rowling, Gunnar Hoydal týddi, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2015)

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page