top of page

VIT lesa

07.04.24

Hesa vikuna setur VIT fokus á lesing. Í hesum sambandi hava vertirnir m.a. verið á vitjan á skúlum, ið hava havt rithøvundar á vitjan. Hvønn morgun hesa vikuna fara vit at hoyra samrøður við næmingar og læararar um at lesa. 


Føroyar lesa gleðast um, at VIT hevur valt at seta fokus á lesing hesa vikuna. Síðani ársbyrjan hava skúlar havt møguleika at søkja um rithøvundavitjanir umvegis Føroyar lesa. Átakið er eitt samstarv millum Føroyar lesa og Rithøvundafelagið. M.a. rithøvundavitjanirnar verða umrøddar í sendingunum, men eisini hava vertirnir verið og vitjað á skúlum, ið hava havt egin lesiátøk. Tað gleða vit okkum at hoyra um. 


Les eisini: Rithøvundavitjanir 2024


Føroyar lesa eru eisini boðin við, og vit fingu gleðina at byrja vikuna við at tosa um okkara arbeiði og týdningin av at lesa. Vit tosa eisini um kappingina um ársins lesiátak, sum hevur freist 1. mai. Vit vita, at nógvir skúlar arbeiða við spennandi verkætlanum, og vit gleða okkum at síggja, hvat tey øll hava funnið uppá. 


Les eisini: Ársins lesiátak 20244


VIT er at hoyra hvønn morgun yrkadagar kl. 7.15 og 19.15. Til ber at hoyra allar sendingarnar um rithøvundavitjanir og lesiátøk her


Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page