Rithøvundavitjanir í heyst
24.09.24
Umleið 20 høvundar bjóða seg fram at vitja skúlar í heyst. Skipanin við rithøvundavitjanum varð royndarkoyrd í vár, og var hon so væl móttikin, at vit endurtaka góða átakið.
Væl umtóktu rithøvundavitjanirnar vera aftur á skránni í heyst. Eftir eina frálíka royndarverkætlan og eina jaliga eftirmeting frá lærarum og høvundum, hava Rithøvundafelagið og Føroyar lesa tikið avgerð um at endurtaka átakið.
Rithøvundavitjanir eru eitt frálíkt høvi hjá høvundum og næmingum at hittast um ein tekst. Rithøvundavitjanirnar eru soleiðis skipaðar, at lærarar bóka ein høvund úr yvirlitinum hjá Føroyar lesa. Síðani setur Føroyar lesa lærarar og høvundar í samband við hvønn annan. Les meir um mannagongdirnar viðvíkjandi rithøvundavitjanum her.
Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú.
50 rithøvundavitjanir verða bodnar út í heyst. Skipanin er tann sama, sum í vár og virkar sum ein klippikortsskipan. Í fyrsta umfari vilja vit geva øllum skúlum høvi at bóka eina rithøvundavitjan. Eru allar vitjanir ikki bókaðar áðrenn 11. oktober, fara allar vitjanirnar í stóra pott til allar skúlar at bóka eftir først til mølle.
Vit vóna, at næmingar og høvundar fáa gleði av rithøvundavitjanunum.