top of page

Nýggj bókmentavirðisløn

02.02.24

Samstarvið "Tey føroysku bókasøvnini" kunngerð í dag nýggja bókmentavirðisløn. Bókmentavirðislønin er eitt av fleiri átøkum, sum samstarvið arbeiðir við, og sum fram yvir skulu koma bókasøvnum og bókasavnsbrúkarum til gagns. 


Frá 1. februar til 1. mars ber til at atkvøða fyri einari av trimum bókum, sum hava verið mest útlæntar í 2023. "Tey føroysku bókasøvnini", sum er eitt samstarv millum Býarbókasavnið, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar bókasavn og Landsbókasavnið, hevur tilnevnt trý føroysk verk, sum atkøðast kann um. Tey trý verkini, ið eru í uppskoti hesa ferð, eru Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrina Ottarsdóttir, Saga JAM eftir Høgna Mohr og Tám eftir Jón Thorsteinsson. 


Les eisini: Manglar tær ein lesibólk?


"Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur", verður sagt í tíðindaskrivi. Somuleiðis verður nevnt, at bókmentavirðislønin er ein av fleiri verkætlanum, sum eru ávegis, og sum fara at gagna bókasøvnum og bókasavnsbrúkarum. 


Les eisini: Hvussu fáa vit ung at lesa meira?


Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum og Landsbókasavninum, og øll hava møguleika fyri at atkvøða fyri einari av trimum bókum. Atkvøð fyri tíni yndisbók í 2023 her


Virðislønarupphæddin er 30.000 kr., sum verður latin vinnandi verkinum á almennari móttøku í mars mánaði. Meira verður at frætta um hetta seinni.


Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page