top of page

Bókabyrjan: Ein góður barndómur byrjar við góðu bókini

03.02.25

Føroyar lesa er farið undir eina lesiverkætlan, sum hevur til endamáls at eggja foreldrum og vaksnum, sum eru um barnið fyrstu árini, um at lesa við barninum.



Í farnu viku hevði Føroyar lesa vitjan av samstarvsfeløgum úr Noregi og Svøríki. Høvi til vitjanina var nýggja átakið Bókabyrjan, sum vit í næstum fara at sjóseta. Bókabyrjan er føroyska heitið fyri Bokstart í Noregi, sum er eitt lesiátak, ið samantvinnar dagstovnar og heilsufrøðingar.


Verkætlanin fer at koyra í útvaldum kommunum í Føroyum, Noregi og Svøríki samstundis. Í Føroyum vera tað dagstovnarnir í Runavíkar kommunu, sum fara at royndarkoyra átakið saman við lokalu heilsufrøðingunum hjá Gigni og í samstarvi við Bókaklubban og Bókasavnið við Løkin. Mánadagin vóru umboð frá øllum pørtum savnað til kveikingarfund um átakið í Norðurlandahúsinum, har vit í felag vendu ymiskum evnum og tosaðu um avbjóðingar á økinum. Bæði dagstovnar og heilsufrøðingar tóku væl ímóti átakinum, og vit fingu gott høvi at umrøða avbjóðingarnar við eitt nú málmenningini hjá smáum børnum. At lesa við børnum frá einum heilt ungum aldri kann gera stóra munin fyri børn, ið ikki hava mál, ella har børn eru tvey- og kanska trýmælt.


Hoyr: Maria las fyri Ronju í móðirlívi


Hóast tað verður tosað nógv um lesikreppur í dag, og at børn hvørki lesa sjálv ella hoyra søgur frá teimum vaksnu, er tað ein kritikkur vit lættliga kunnu afturvísa, tá vit hyggja at føroysku dagstovnunum. Flestu dagstovnar, Føroyar lesa samstarvar við, hava søguløtur sum fastar tættir í gerandisdegnum við børnunum. 


Bókabyrjan hevur tvey høvuðsendamál: Málmenning og norðurlendskar søgur. Umframt at vit vita, at lesing fyri barninum styrkir málmenningina, hava vit sett okkum fyri, at børn í øllum trimum norðurlondunum skulu lesa søgur úr hinum norðurlondunum. Átakið byggir víðari á Norðurlendska bókaslúkin, sum Føroyar lesa eisini er partur av, og sum hevur til endamáls at geva børnum eina kenslu av norðurlendska felagsskapinum.


Les eisini: Børn í norðurlondum lesa minni og verri 


Bøkurnar, dagstovnarnir í øllum trimum kommunum fara at lesa saman, vera:

  • Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler, Áslaug Jónsdóttir

  • Træið eftir Bárð Oskarsson

  • Øll telja við eftir Kristin Roskifte

Bøkurnar eru ymiskar í innihaldi, evni og sniði, men eru allar viðkomandi og hóskandi til aldursbólkarnar.

Føroyar lesa fegnast um átakið og møguleikan at gera ein mun við lesingini fyri okkara yngstu borgarar. Í næstum verður serligt tilfar um lesing týtt til føroyskt og latið Gigni, sum heilsufrøðingarnir lata nýbakaðu foreldrunum.

Meira verður at frætta um átakið í næstum.


Les eisini: Soleiðis brúkar tú Bókaslúkin 


(myndprýðing: Stina Langlø Ørdal, Bokstart.no)

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page